Fótbóltur

Martin Agnarsson á vikuliðnum

Hetta fyri avriki móti Hillerød í næstbestu donsku deildini. Vinstri bakkurin legði upp til eitt mál í 3-1 sigrinum - Adrian Justinussen skoraði málið hjá Hillerød. 5. umfar byrjar í kvøld, og Martin skal í eldin í Hvidovre.

Martin Agnarsson hevur verið í landsliðshópinum til seinastu dystirnar. Hann stendur seg væl  í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Martin Agnarsson hevur verið í landsliðshópinum til seinastu dystirnar. Hann stendur seg væl í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-15 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Martin Agnarsson er komin fyri seg eftir nógvar skaðar í tíðini í Danmark. Eftir eitt ár í triðbestu donsku deildini, er hann nú í næstbestu deildini, og har spælir 22-ára gamli havnarmaðurin fast á vinstra bakki hjá Aarhus Fremad. 

Síðsta vikuskiftið móti Hillerød var avrikið so mikið gott, at Martin kom á vikuliðið hjá Betina-Liga sum besti vinstri bakkur í umfarinum.

[object Object]
Martin á vinstra bakki her (Skíggjamynd: Betina-Liga)

Kviki føroyingurin legði væl upp til 1-0 málið, tá hann rakk framvið einum og legði væl yvir áleypara sín, sum gjørdi hattrikk í 3-1 sigrinum.

Adrian Rúnason Justinussen skoraði málið hjá Hillerød - sítt annað í fýra dystum - við góðum stútara. Annars riggaði ikki so nógv hjá honum og viðleikarunum mótu uppflytarunum.

Sí hæddarpunktini her

Hetta var fyrsta tapið hjá Hillerød,  sum er á 4. plássið við sjey stigum. Nú legst Poul Kallsberg afturat hópinum, og verður nýggi 10'arin møguliga í hópinum longu í morgin móti Hobro.

Sí eisini: Poul Kallsberg takkar fyri tíðina í Víkingi

Martin og Aarhus Fremad fingu sín fyrsta sigur og hava nú fýra stig. Liðið vitjar í kvøld klokkan 18 í Hvidovre.

Meinhard Egilsson Olsen og Kolding eru oddalið í næstbestu donsku deildini við níggju stigum fyri fýra umfør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder