
Tá Eyðun Klakstein um seks dagar lesur nøvnini upp á teimum, sum skulu við til landsdystirnar móti Kroatia (heima, 5. september) og Gibraltar (úti, 8. september), verður Meinhard Egilsson Olsen aftur á listanum.
Tað var kraftmikli runavíkingurin ikki í juni, tí hann júst hevði verið undir skurði í hondini.
Meinhard Egilsson Olsen og Kolding IF hava fingið eina góða byrjan í Betina Liga. Liðið tapti, tá Lyndby vitjaði í Kolding leygardagin, men liggur framvegis beint undir uppflytingarplássunum (á 3. plássi).
29-ára gamli føroyingurin stendur seg eisini væl. Hann spælir fast - fyri tað mesta á vinstra vongbakki - og var besti maður hjá liði sínum í 3-2 tapinum fyri niðurflytarunum um vikuskiftið.
Meinhard minkaði um munin seint í dystinum, tá hann hegnisliga fór framvið aftasta verjuspælaranum og trygt legði bóltin í netið.
Málið sæst her - frá 3.25 - man skal trýsta á "KIF-LBK 2-3" til høgru
Eins og í 1. umfari fekk eitt avrik hjá føroyinginum hann á vikuliðið í næstebestu donsku deildini:
Meinhard sum vinstri bakkur her á vikuliðnum hjá Betina-deildini. Sebastian Pingel, sum í nógv ár var í føroyskum fótbólti, er annar áleyparin (Mynd: Betina Liga)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald