Fótbóltur

Martin var bestur í september

Í harðari kapping við Sølva Vatnhamar og Bartal Wardum, bleiv Martin Klein Joensen úr Víkingi valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í september.

Fyri heiðurin fekk Martin Klein Joensen handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri, og var tað mamma Martin, Beinta Persdóttir Joensen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Fyri heiðurin fekk Martin Klein Joensen handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri, og var tað mamma Martin, Beinta Persdóttir Joensen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2023-10-09 08:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Persónliga man hetta nokk vera tann størsta løtan fyri meg sum fótbóltsspælari, so eg eri sera takksamur fyri hendan heiður.

Tað sigur Martin Klein Joensen úr Víkingi, ið undan dystinum móti B68 sunnudagin varð kosin til besta spælara í Betri Deildini í september mánað. Nummar 2 gjørdist Bartal Wardum úr HB, meðan Sølvi Vatnhamar endaði á 3. plássi. Aðrir, ið eisini fingu atkvøður hesaferð, vóru millum annað Ári Mohr Jónsson, Ingi Jonhardsson, Jákup Biskopstø Andreasen, Oddur í Haraldsstovu Petersen, Odmar Færø og René Shaki Joensen.

Spurdur, hvør orsøkin møguliga mann vera, at serfrøðingarnir hava valt hann til besta spælara seinasta mánaðin, svarar framherjin hjá Víkingi soleiðis:

– Tað er ein blanding av sera hørðum arbeiði og støðugt fokus uppá at vera tann optimala útgávan av mær sjálvum. Og tað gjørdi tað nokk ikki verri, at eg fekk tvey hattrikk hendan mánaðan, har ið eitt var innan sjey minuttir ímóti einum liði sum B36. Men sjálvandi, so má eg eisini geva stóran kredit til mínar liðfelagar, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði í seinastuni.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Martin Klein Joensen handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri.

Tað var mamma Martin, Beinta Persdóttir Joensen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.

At kappingarárið higartil hevur verið serligt fyri Martin Klein Joensen sæst eisini aftur á toppskjúttaralistanum, har Martin í løtuni er á 2. plássi við 16 málum, eitt færri enn Páll Klettskarð úr KÍ.

– Vit eru hampuliga væl nøgdir við árið. Í fyrru hálvu gekk tað heldur striltið fyri seg, men eftir summarsteðgin hevur gingið væl, og nú fara vit eftir silvurkrónunum. Vónandi ber tað á mál, sigur Martin Klein Joensen við heimasíðuna hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder