Tað endaði 0-0, tá Premier League-feløgini hittust á Molineux fyri 11 døgum síðani. Harvið noyddist umdystur til fyri at fáa greiðu á, hvat av hesum báðum liðunum skal luttaka í 4. umfari.
Tað var heimaliðið, ið var nakað omaná tað mesta av dystinum, ið annars tyktist nakað merktur av, at liðini hava spælt eina rúgvu av dystum seinastu vikurnar – millum annað var leikferðin var ikki so høg. United og Wolves høvdu bæði so at siga sterkasta liðið inni frá byrjan, hóast einstakir leikarar manglaðu, og bæði liðini høvdu eykamálverjan millum stengurnar.
Jimenez roynir seg her móti Romero (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Wolves hevði bóltin í málinum hjá United í 1. hálvleiki, men eftir eina VAR-kanning varð staðfest, at Raul Jimenez gjørdi fríspark í støðuni. Daniel James hevði tvær góðar møguleikar fyri United – ein hvørjumegin steðgin.
Einsamalla málið í dystinum kom miðskeiðis í 2. hálvleiki. Anthony Martial tók bóltin væl til sín, ið innskifti Marcus Rashford fekk snittað víðari. Staddur á miðjum vøll snaraði fraklendingurin sær væl og á, rak eitt sindur inn á hálvuna hjá mótsstøðuliðinum. Áleyparin slepti bóltinum í dýpdina til Juan Mata júst tað rætta tíðspunktið, og komin inn í brotsteigin lyfti spaniólin bóltin hegnisliga uppum John Ruddy.
(Myndir: EPA)
Útiliðið hótti ongantíð av álvara málið hjá Sergio Romero, og Solskjær og hansara menn eru til reiðar til fjórða umfar, har mótstøðuliðið verður Tranmere Rovers ella Watford á útivølli. Sunnudagin spælir United á útivølli móti suverena oddaliðnum Liverpool. Higartil er Manchester United einasta liðið, ið hevur tikið stig móti Liverpool í Premier League. Besti leikari hjá felagnum á 5. Plássi, Marcus Rashford, noyddist út aftur í kvøld við skaða.
Rashford fekk eina takkling og trupulleikar við rygginum (Mynd: EPA)
Manchester United - Wolves 1-0 (0-0)
'67 Juan Mata 1-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald