Hann kom til 07 Vestur úr Vejle fyri tveimum árum síðani sum tjúgu ára gomul og við so at siga ongum royndum í vaksnamannafótbólti.
Seinastu tvey árini hevur Mathias Voss ment seg í 07 Vestur og í Betrideildini, og fyrr í vetur bendi nógv á, at kviki og ágrýtni høgri bakkurin skuldi víðari út í heim.
Áhugi var millum annað úr næstbestu norsku deildini, men sum millum annað bolt.fo hevur skrivað um, so hava reglur hjá FIFA um aldur og pening lagt meinbogar í vegin hjá Mathias Voss.
Meira bendi á, at Voss fór at halda fram í Føroyum kortini, og í gjár kunngjørdi HB 22-ára gamla danska høgra bakkin sum sín nýggja spælara. Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála.
Mynd: hb.fo
Mathias Voss hevur spælt 53 dystir seinastu tvey árini, har tað sum heild hevur gingið væl hjá 07 Vestur. Kanska serliga seinna árið gjørdi Voss vart við seg, og hevði hann sjey upplegg í Betrideildini.
Hetta er annars spælarin, sum HB heintar úr 07 Vestur í vetur. Magnus Holm Jacobsen hevur eisini gjørt sáttmála við HB. Umframt hetta er Ási Dam komin aftur, eftir at 07 Vestur leigaði hann í seinnu hálvu.
Sum bolt.fo skrivaði í gjár, so skiftir Heri Hjalt Mohr til norska felagið Strømmen, sum spælir í triðbestu deildini. Havnarmaðurin fer at spæla í Oslo-økinum, og ein dani verður harvið helst fastur á høgra bakki hjá HB - íhvussu er í kapping við Ása Dam. Hanus Sørensen spældi fleiri dystir á miðvøllinum í fjør og hevur eisini gjørt hetta í venjingardystum higartil
Keldur og tøl: bolt.fo og FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald