Mattias Lamhauge gjørdist beinanvegin fastur fúsur í málinum hjá Fredericia eftir skiftið frá B36 í vetur. Havnarmaðurin hevur spælt allar tíggju kappingardystirnar fyri Fredericia, og leygardagin var tað í Hobro.
Har lat hann ikki mál inn fyrrenn í 89. minutti, og tað kundi Mattias einki gera við. Talan var um sjálvmál.
Hetta var til 1-2, og Fredericia fór avstað við við teimum trimum stigunum.
Mattias Lamhauge er skrásettur fyri fimm bjargingar í dystinum og fyri sítt samlaða avrik, varð 24-ára gamli føroyski landsliðsmálverjin valdur til vikunar lið í næstbestu donsku deldini.
Mynd: 1 Division
Hetta er aðru ferð í vár. Adrian Rúnason Justinussen hevur eisini verið fleiri ferðir millum teir bestu. Hann hevði heili níggju málstig sínar fyrstu fimm dystir - seinastu tríggjar dystirnar hevur Adrian tó ikki verið við í nøkrum málum, og Hillerød hevur ikki vunnið.
Fredericia liggur á 3. plássi men megnar ikki at bjóða av um uppflyting, tí bæði AaB og Sønderjyske eru 15 stig frammanfyri, nú seks umfør eru eftir í NordicBet deildini. Næsta uppgáva hjá Mattiasi og teimum er ímóti júst AaB í annaðkvøld klokkan 18 - á heimavølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald