
Í gjár spældi hann 90 minuttir á miðvøllinum hjá B36, men eftir øllum at døma verður hetta seinasti dystur fyri barndómsfelagið á hesum sinni.
Sambært upplýsingum hevur svenska felagið Västerås keypt Mattias Hellisdal leysan úr B36, sum hevur fingið eina nøktandi upphædd fyri hann.
Sum skilst fer Mattias av landinum í vikuni - teir seinastu smálutirnir skulu líka koma uppá pláss.
B36 er í løtuni á 5. plássi í Betrideildini - fimm stig aftanfyri Víking á 4. plássi.
Kappast um uppflyting
Västerås SK er úr býnum við við sama navni, sum ikki liggur so langt frá Stokkhólmi.
Liðið flutti niður úr Allsvenskan í fjør og stríðist nú fyri at koma uppaftur í bestu svensku deildina. Í løtuni er Västerås SK á 3. plássi í Superettan - trý stig eru upp til nummar 1 og 2, sum flyta beinleiðis upp.
Mattias Hellisdal í evropeiskum dysti fyri B36 í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hevur verið á veg í eina tíð
Mattias Hellisdal skal nú royna at hjálpa Västerås upp.
Evnini hjá tekniskt sterka, kvika og skilagóða havnarmanninum hava verið eyðsæð. Hann hevur verið til royndarvenjing í Noreg, og fleiri eygu hava verið á B36'aranum.
19-ára gamli Mattias Hellisdal fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum longu í 2023 og hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 72 dystir fyri besta liðið hjá B36. Tað er einasta felagið, sum sentrali miðvallarin higartil hevur spælt fyri.
Mattias hevur eisini umboðað øll U-landsliðini hjá Føroyum; seinast U21-landsliðið í juni. Nú tekur hann næsta fetið á yrkisleiðini.
Dagført: 09.48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald