Fótbóltur

Mattias Hellisdal og Västerås nærkast evropeiskum plássi

20-ára gamli føroyingurin spældi í sínum sjeynda Allsvenskan dysti á rað, tá uppflytararnir vunnu 2-0. Mattias og teir eru í løtuni eitt stig frá heiðursmerkja- og evropeiskum plássi.

Mattias Hellisdal millum Áka Samuelsen og Martin Agnarsson eftir málleysu føroyingauppgerðina fyri viku síðani. Mattias spældi í kvøld - í morgin eru tað Áki og Martin (Mynd: Johnny Samuelsen)

Mattias Hellisdal millum Áka Samuelsen og Martin Agnarsson eftir málleysu føroyingauppgerðina fyri viku síðani. Mattias spældi í kvøld - í morgin eru tað Áki og Martin (Mynd: Johnny Samuelsen)

2026-07-24 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrsta dystinum í 14. av 30 umførunum í fremstu svensku deildini, sigraði eitt av føroyingafeløgunum.

Västerås SK tók ímóti Örgryte og vann 2-0. Axel Taonsa av Fílabeinsstrondini skeyt bæði málini í heimasigrinum.

Málini frá dystinum síggjast niðanfyri

Hesin sendi Västerås SK upp á 4. plássi, og nú er bert eitt stig upp til BK Häcken á 3. plássi. Hetta plássið gevur atgongd til Conference League í 2027.

Harvið flott av uppflytarunum at liggja so væl fyri eftir nærum helmingin av kappingini. Gamaní kunnu nøkur lið yvirhála í morgin - tað er tætt - men nú er tólv stig niður til júst  Örgryte og niðurflytingarstirkuna.

Støðan í Allsvenskan sæst her

Mjällby, liðið hjá Áka Samuelsen og Martini Agnarsson, er ikki so langt vekk, men hevur longu tryggjað evropeiskt pláss til næsta ár við steypafinalusigrinum í mai. Týsdagin gjørdist Áki Samuelsen søguligur, tá hann skeyt tvey tey frystu málini í fyrsta Champions League dysti felagsins. Meistaraliðið í fjør spælir í morgin móti Kalmar.

Hoyr meira um stóru løtuna hjá Áka í vikuna og um Mjällby idagsins Fótbóltsskýlið á FM1, har Eyðun Samuelsen var gestur.

Fyri viku síðani var føroyingauppgerð, sum endaði málleys. Tá kom Mattias Hellisdal inn fyri Västerås, og tað gjørdi 20-ára gamli havnarmaðurin aftur, tá 78 minuttir vóru spældir í dag.

Harvið hevur føroysku U21-landsliðsmiðvallarin spælt í sjey Allsvenskan dystum á rað, og Västerås hevur bert tapt ein teirra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder