- Hesin dysturin verður eisini góð fyrireiking hjá mær til steypahálvfinalurnar móti Silkeborg, tí talan er um nakað líknandi dystir.
Soleiðis segði Mattias Lamhauge millum annað á tíðindafundi í Brøndby mánadagin. 24-ára gamli havnarmaðurin vardi føroyska málið í venjingardystinum móti Danmark týskvøldið, og fyriuttan heldur ivasama atgerð í samband við 2-0 málið stóð Mattias ógvuliga væl.
Mattias Lamhauge ónøgdur í málinum eftir at Danmark legði seg á odda (Mynd: EPA)
Í kvøld skal Fredericia spæla í Silkeborg. Superliga-felagið tekur ímóti klokkan 18 føroyska tíð í fyrru hálvfinaluni.
Felagið hjá Mattiasi Lamhauge spælir til dagliga í næstbestu donsku deildini og hevur á vegnum til steypahálvfinaluna við at vinna á OB og Lyngby úr fremstu deildini, umframt oddaliðnum í 1. Division AaB.
Í vetur er Mattias komin úr B36 og hevur beinanvegin tikið plássið sum fyrstimálverji hjá Fredericia. Spenningurin undan dystunum um finaluplássini er øðiligur í felagnum.
Silkeborg hevur staðið seg illa í Superliguni eftir vetrarsteðgin og liggur í løtuni á 6. plássi.
Dysturin í kvøld klokkan 18 sæst á TV3 + og Viaplay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald