Fótbóltur

Mbappe: Eri komin til eitt vegamót

Franska stórtalentið gjørdist ársins leikari og ársins ungi leikari í Fraklandi - tá hann tók ímóti heiðrunum, sáddi hann iva um framtíð sína.

Kylian Mbappe fær handað heiðurin frá Dider Drogba (Mynd: Sky Sports)

Kylian Mbappe fær handað heiðurin frá Dider Drogba (Mynd: Sky Sports)

2019-05-20 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kylian Mbappé hevur seinastu trý árini verið eitt tað størsta unga navnið í altjóða fótbólti. Hann breyt ígjøgnum í Monaco í kappingarárinum 2016/2017, har hann millum annað gjørdi vart við seg í Champions League-ævintýrinum hjá felagnum. Síðani skifti tá 18-ára gamli leikarin til stórfelagið PSG, og í gjárkvøldið varð hann kosin til ársins leikara í Fraklandi, umframt at hann triðja árið á rað vann heitið sum ársins ungi leikari. 

Didier Drogba gav 20-ára gamla leikaranum steypið, og síðani segði Mbappé, at hann var á einum vegamóti í sínari yrkisleið. Hann segði, at hann hevði lært nógv í ár, og føldi at løtan nú var til meira ábyrgd. Hann segði, at hetta kundi verið í PSG, og tað hevði honum dámt væl, men at tað kundi verða aðrstaðni við einum nýggjum projekti.

Serliga hetta seinasta vakti ans, og eftir hátíðarløtuna stóð leikarin fast við hansara orð: "Eg segði tað, sum eg skuldi siga - eg sendi eini boð"  Mbappé gjørdist greitt toppskjútti í fronsku deildini í ár við 32 málum, og hann hevur verið settur í samband við feløg uttanlanda - serliga Real Madrid ið hevur Zinedine Zidane sum venjara aftur. 

Hann gjørdist heimsmeistara seinasta summar, og varð fyrsti tannáringur ið skoraði í einari finalu síðani Pelé í 1958. Nú tykist tað sum um, at Mbappé helst fer at royna nýggjar leiðir í einari størri deild. Kviki ungi maðurin hevur verið stjørnan hjá PSG, ið hevði eitt kappingarár, sum fyriuttan landskappingina, gjørdist eit vónbrot. Liðið varð sligið út av Manchester United í áttandapartsfinaluni í Champions League, ið PSG annars siktar høgt eftir at vinna. Í steypafinaluni tapti høvuðsstaðrfelagið fyri Rennes.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder