Annað

Mbappe søkti Argentina

Heili sjey mál, har eitt stórtalent fekk tey avgerandi. Tað var ikki lítið undirhaldandi í áttandpartsfinaluni í Kazan.

2018-06-30 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var lagt upp til eitt brak í Kazan, tá Frakland og Argentina hittust í fyrstu áttandapartsfinaluni í Russlandi. Og hóast spælið ikki var so framúrskarandi, so fingu hyggjararnir undirhald, spenning og nøkur frálík mál. Tað var serliga ein leikari, ið var skínandi í mun til hinar í uppgerðini, og hann avgjørdi dystin fyri Frakland.

Frakland hevði vunnið sín bólk við sjey stigum. Tað var tó als ikki nakað bergtakandi við liðinum hjá Didier Deschamps í bólki C. Argetina vann 2-1 á Nigeria í avgerandi dystinum um 2.plássið í bólki D. Sigurin kom eftir vánaliga og rokaliga byrjan uppá endaspælið.

Frakland kom sera væl út til dystin, og longu í 7.minutti rakti Antoine Griezmann tvørtræið við einum góðum frísparki. Nakrar minuttir seinni eydnaðist tað hjá Griezmann. Kylian Mbappé átti stóra æru í leiðslumálinum. Kantspælarin hjá PSG fekk bóltin mitt á egnari hálvu, og so setti hann ferð á. Komin framvið Marcos Rojo og inn í brotsteigin hálaði Manchester United-verjuleikarin kvika stórtalentið niður, og dómarin var ivaleysur. Tað var Greiezmann eisini úr ellviu metrum. 1-0 til Frakland.

Argentina hevði bóltin væl meira í 1.hálvleiki, meðan fraklendingar vóru kompaktir og stóðu djúpt. Franska liðið gav heldur ikki nógv burtur til Messi og co, ið spældu uttan Aguero, Higauin og Dybala frá byrjan. Argentina fekk ikki ferðina upp, men fimm minuttir fyri hálvleik fekk Angel Di Maria knappliga pláss mitt fyri. Staddur mitt fyri og stórar 25 metrar ur málinum, hamraði hann bóltin upp í málhornið. Umráðandi mál fyri Argentina, og tríggjar minuttir inn í 2.hálvleiki gjørdist tað uppaftur betri fyri liðið hjá Sampaoli. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru fekk Messi fatur á bóltinum, og umvegis fótin á Gabriel Mercado fór bólturin i málið.

Fraklendingar skuldu nú reisa seg, og tað gjørdu teir av álvara. Tíggju minuttir eftir 2-1 málið kom, sigldi eitt inlegg úr vinstru framvið øllum; beint uttanfyri brotsteigin var høgri bakkurin, Benjamin Pavard, komin uppá pláss, og við einum frálíkum hálvfluktara fór bólturin upp í longra málhornið. Aftur javnvág í, og Frakland tók nú av álvara yvir, og serliga ein ávísur 19-ára gamal kantur. Í 64.minutti datt ein leyur bóltur niður í brotsteiginum, Mbappé tók eitt skarpt trekk, og skotið við vinstra beininum sníkti seg framvið Armani. Fáar minuttir seinni var Mbappé aftur uppá spæl. Eftir eitt frálíkt álop heilt frá egna málið, prikaði Oliver Giroud bóltin innum til mannin, ið við tryggari innarusúðu-avslutning gjørdist tvífaldur málskjútti.

Við hvørt mál í 2.hálvleiki fegnaðust allir útskiftingsleikararnir hjá Fraklandi saman við málskjúttanum, og sum dysturin leið gjørdist franski sigurin meira tryggur. Argentina hevði ikki nógv at bjóða uppá eftir 4-2 málið. Men, so eydnaðist tað í 92.minutti hjá innskifta Sergio Aguero. Hann stútaði eitt frálíkt innlegg frá Messi í málið. Tað var tó ov seint; Frakland vann uppiborið 4-3 eftir topp-undirhald í Kazan. Dider Deschamps og hansara menn skulu upp ímóti Portugal ella Uruguay. Hesi liðini hittast í kvøld í Sochi.

Argentina hevði eina góða løtu í dystinum í dag, men tað eydnaðist ikki hjá Messi og hinum at koppa fraklendingunum. Eftir tvey vánalig avrik, nógv rumbul, dramatiskan sigur á Nigeria, og inntensa áttandapartsfinalu ímóti Fraklandi, er Argentina úti av HM.

Frakland – Argentina 4-3(1-1)

placeholder
placeholder