
Nú er endaliga greitt, hvørji 16 lið skulu spæla í áttandapartsfinalunum í Champions League. Hesar verða í fyrri hálvu í mars.
Seinastu play-off dystirnir vórðu spældir í gjár. Har gjørdi Kylian Mbappé bart við trimum málum móti Manchester City, ið varð varpað úr kappingini á Santiago Bernabeu.
Í Eindhoven kom staðfestingin av einum higartil vánaligum italskum Champions League-árið eftir longda leiktíð: Eins og AC Milan, tapti Juventus samanlagt fyri liðið úr Niðurlondum. Atalanta tapti samanlagt greitt fyri Club Brügge.
Úrslitini í play-off dystunum:
Atalanta - Club Brügge 1-3 (Samanlagt 2-5)
AC Milan - Feyenoord 1-1 (Samanlagt 1-2)
Bayern München - Celtic 1-1 (Samanlagt 3-2)
Benfica - Monaco 3-2 (Samanlagt 4-3)
PSG - Brest 7-0 (Samanlagt 10-0)
Real Madrid - Manchester City 3-1 (Samanlagt 6-3)
PSV Eindhoven - Juventus 3-1 (Samanlagt 4-3 eftir longda leiktíð)
Borussia Dortmund - Sporting C.P. 0-0 (Samanlagt 3-0)
Sí eisini: Virgar Hvidbro hevur stóra Champions League uppgávu
Umframt tey átta liðini í svørtum eru hesi í áttandapartsfinalunum:
Liverpool, Barcelona, Arsenal, Inter Milan, Atletico Madrid, Bayer Leverkusen, Lille og Aston Villa
Tey komu beinleiðis víðari við at enda í topp-átta í deildarspælinum.
Lutakastið til 1/8-finalurnar er á skránni í morgin, har topp átta liðini kunnu trekkja hini átta - Sí meira um tað her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald