Í dag er júst eitt ár farið, síðani Meinhard Egilsson Olsen slet eitt krossband í knænum dysti fyri Mjøndalen. Runavíkingurin kom ígjøgnum langa tíðarskeiðið, ið er sera krevjandi kropsliga og sinnisliga, og nú er hann byrjaður at skora og leggja upp til mál fyri Mjøndalen aftur.
Í fjórða dystinum eftir afturvendan sína fyri einum mánaði síðani, legði Meinhard Mjøndalen á odda. Hetta var við brotssparki í 18. minutti í heimadystinum móti niðurflytaranum Aalesund í gjár.
Dysturin endaði 1-1. Meinhard Olsen spældi 75 minuttir - tað gjørdi vongurin eisini í flotta 5-3 sigrinum á hinum niðurflytaranum úr bestu deildini, Vålerenga, umfarið frammaundan. Tað legði føroyingurin upp til tvey mál, og var tað fyrsti dystur frá byrjan hjá honum í næstan eitt ár.
Harvið er Meinhard Egilsson Olsen veruliga við at fóta sær. Mjøndalen hevur fingið fýra av sínum seks stigum í kappingarárinum við honum. Í 6. umfari næsta vikuskifti møtir liðið hjá Meinhardi Bryne á útivølli.
Noah Mneney var als ikki í dystarhópinum hjá Bryne í tapinum fyri Vålerenga í gjár. 21-ára gamli føroyski miðvallarin fær ógvuliga fáar minuttir í næstbestu norsku deildini.
Tað ger U21-landsliðsliðfelagin Gullbrandur Øregaard hinvegin. Hann spældi allar 90 minuttirnar í 3-3 javnleikinum móti Moss í gjár. Gullbrandur og liðfelagirnir spæla áttandapartsfinalu í steypakappingini móti Eidsvold mikukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald