Fótbóltur

Meinhard E. Olsen: Fólk hava hungrað eftir einum tílíkum dysti

Tað er lagt upp til eitt stórt brak leygarkvøldið á Tórsvølli, og tað er nógv uppá spæl hjá B36.

Meinhard E. Olsen sigur, at teir í B36 føla seg 100 % til reiðar til grannabrakið í steypafinaluni
(Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard E. Olsen sigur, at teir í B36 føla seg 100 % til reiðar til grannabrakið í steypafinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-23 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er lagt upp til eitt satt brak, tá grannarnir B36 og HB trína inn á Tórsvøll leygarkvøldið. Finalan um Løgmanssteypið er ein uppgerð millum tey stóru havnarfeløgini; tvey lið ið ikki hava vunnið Løgmanssteypið í ávikavist 12 og 14 ár.

Í báðum legunum eru fyrireikingarnar í hæddini, og 21 ára gamli Meinhard E. Olsen og liðfelagirnir í B36 gleða seg til leygarkvøldið:  

-Rammurnar til dystin verða fantastiskar: 3500 áskoðarar og útselt langt frammanundan. Tað vísur, at fólk hava hungra eftir einum tílíkum dysti, og tað ger dystin enn meira stuttligan fyri okkum leikarar.
Allir eru sum vera man spentir, men avkláraðir við at hesin dysturin eisini skal spælast skilagott og ikki bara uppá kenslur. Tí hava vit eisini stóran dent á taktiska uppleggi v.m

Fyri B36 merkir finalan sera nógv. Felagið kann vinna fyrsta Løgmanssteypið síðani 2006, um B36 vinnur so er Evropa-plássið tryggjað, í fjør tapti B36 1-0 í steypafinaluni og nú eru grannarnir og oddaliðið HB á skránni. Meinhard sigur, at teir ikki kenna nakað trýst, men at teir til reiðar til stóru uppgávuna:

-Tað er nógv uppá spæl, eingin loyna í tí, men vit eru við gott mót og vit fara ikki lata tað ávirka avrikið uppá nakran sum helst máta. Vit fara út fyri at spæla frískt og fyri at vinna. At tað er ímóti HB er bara ein eyka gularót. Vit eru øgiliga svangir og halda okkum standa enn betur til hesa finaluna. Vit fara at geva 100%, og so fáa vit at síggja hvørjum krúnprinsurin handar gullkrónurnar um hálsin á eftir dystin.

Til seinast vísir álopskendi leikarin hjá B36 á, hvørji ting skulu eydnast hjá B36, fyri at teir fáa fáa eitt gott kvøld á Tórsvølli:  

- Eg vænti og vóni eina ordiliga dynamitt finalu, sum fólk fara at minnast aftur á. Fyri at tað skal vera ein minnilig finala hjá okkum skal høga trýstið saman við skjóta spælinum rigga

Finalan um Løgmanssteypið verður bríkslað í gongd klokkan 19.45 leygarkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder