40 ára gamli málverjin hjá Kí, Meinhard P. Joensen, skal verja málið hjá TB komandi tveir dystirnar.
Eftir at fyrsti málverji hjá TB, Frederik Mehder, fekk heilaskjálvta í dysti farna vikuskifti, hava TB og KÍ gjørt avtalu um at leiga eykamálverjan hjá klaksvíkingum komandi tveir dystirnar, tá TB skal møta B36 og Víkingi. Hetta skrivar Norðlýsið í dag.
Eykamálverjin hjá TB, John Jacobsen, stóð í TB málinum, tá tvørámenn leygardagin sældu móti EB/Streymi og taptu 2-0.
Undantak eru í fótbóltsreglunum, sum gevur feløgum loyvi at leiga málverja frá øðrum felag, um fyrsti málverji gerst skaddur. Í 2016 leigaði TB eisini Meinhard Joensen í tríggjar dagar mitt í kappingini, veit Norðlýsið at siga.
Umframt KÍ og tríggjar dystir fyri TB í 2016, hevur Meinhard P. Joensen eisini staðið í mál fyri B36 í fýra ár og í NSÍ í eitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald