
Teir skoraðu báðir í sigrum hjá liðum sínum leygardagin, og fyri avrikini eru Adrian Rúnason Justinussen (Hillerød) og Meinhard Egilsson Olsen (Kolding IF) komnir á vikuliðið í næstbest donsku deildini fyri 12. umfar.
Meinhard Egilsson spælir sum vongbakkur í Kolding og er tískil endaður sum verjuspælari her (Mynd: TV3 Sport/Viaplay)
Les meira: Adrian avgjørdi móti Esbjerg - Meinhard skoraði í sigri á Esbjerg
Meinhard hava verið har tvær ferðir áður í ár og Adrian tríggjar ferðir. Síðstnevndi er javnsettur toppskjútti í deildini við átta málum fyri tólv dystir
Sí eisini: Milliónir til Adrian Justinussen
Teir eru týðandi fyri síni lið í Danmark, og álopskendu spælararnir fáa eisini sín leiklut á Tórsvølli hesa vikuna - Meinhard Egilsson helst frá byrjan í morgin móti Montenegro.
Í Kolding er 28-ára gamli runavíkingurin ein ógvuliga álopskendur vongbakkur. Á landsliðnum spælir hann vongur ella fremsti maður.
Les eisini: Skulu stríðast um 3. plássið á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald