Fótbóltur

Skulu stríðast um 3. plássið á Tórsvølli hóskvøldið

Bæði Føroyar og Montenegro hava seks stig fyri fimm dystir. Føroyar kunnu javna stigametið fyri ena undankapping.

Petur Knudsen er aftur á landsliðnum eftir ein skaða. Hóskvøldið skulu hann og hinir føroyingarnir takast við Montenegro. Í mars vann Montenegro við máli í evstu løtu (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen er aftur á landsliðnum eftir ein skaða. Hóskvøldið skulu hann og hinir føroyingarnir takast við Montenegro. Í mars vann Montenegro við máli í evstu løtu (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-07 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Nations League (Deild D í 2020) eru Føroyar komnar upp á tólv stig, men mesta talið av stigum fyri eina EM ella HM-undankapping hjá manslandsliðnum er níggju stig.

Hetta var í undankappingini til HM 2018, tá Føroyar vunnu á Andorra og Lettlandi, spældu javnleik móti somu londum og eisini fingu ein flottan javnleik móti Ungarn.

Tá vóru spælarar sum Jóan Símun Edmundsson, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Odmar Færø og Viljormur Davidsen við. Tað eru teir enn. Atli Gregersen var liðformaður og fastur miðverji, tá Føroyar hildu málið reint í fimm av dystunum. Nú er hann hjálparvenjari.

Eftir annan sigurin móti Gibraltar í undankappingini staðfesti Eyðun Klakstein fyri Portalinum, at landsliðið í heyst fer eftir stigametinum. Hetta endurtók landsliðsvenjarin fyri Kringvarpinum í gjár, og hann staðfesti "at nú skal man fara eftir at vinna á Montenegro". Føroyar hava seks stig; trý stig afturat skulu til fyri at javna metið og fýra fyri at taka tað. 

Sí eisini: Eyðun Klakstein: Nú fara vit eftir stigametinum

Tað eydnaðist ikki at vinna stig á Balkan, tá Føroyar og Montenegro hittust síðst í mars. Tað var annars 0-0 í 94 minuttir, men so varð ein støða ikki nóg væl avgreitt við aftaru stong í føroyska brotsteignum, og heimaliðið vann 1-0.

[object Object]
Føroyskt vónbrot í Podgorica 

[object Object]Robert Prosinečki er ikki longur venjari hjá Montenegro (Myndir: Sverri Egholm)

Montenegro hevur eisini vunnið á Gibraltar í kappingini. Bæði og Montenegro hava seks stig fyri fimm dystir - føroyingar hava tó bert tapt við einum máli í teimum trimum tapunum, meðan Montengro hevur tapt størri móti Kekkia og Kroatia.

Eitt av stóru fótbóltssøguni á Balkan er Robert Prosinečki. Hann umboðaði feløg sum Real Madrid og Barelona og á landsliðsstigi Jugoslavia og síðani Kroatia. Prosinečki stóð á odda fyri Montenegro fyrr í ár, men eftir verri úrslit út á árið og órógv er hann koyrdur. 4-0 tapið fyri Kroatia fyri mánaði síðani gjørdist dropin.

Í morgin kemur montegrinska liðið til Føroya við Mirko Vučinić sum venjara. Lagt er upp til ein tættan dyst hóskvøldið.

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Hósdagin 8. september
19.45: Føroyar - Montenegro

Til ber at keypa atgongumerki her

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

Átta dystir skulu spælast

Føroyska liðið hevur um eina lítla løtu venjing á Tórsvølli. Nú eru allir í hópinum í landinum.

Sí eisini: Føroysku fyrireikingarnar byrjaðu uttan fýra spælarar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder