Fótbóltur

Føroysku fyrireikingarnar byrjaðu uttan fýra spælarar

Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð og Mattias Lamhauge komu ikki til landið til tíðina vegna veður. Væntað verður at allir venja í morgin. Montenegro vitjar hósdagin.

Jóan Símun Edmundsson og Gunnar Vatnhamar - her til landsliðsvenjing í 2023 - eru veðurfastir í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson og Gunnar Vatnhamar - her til landsliðsvenjing í 2023 - eru veðurfastir í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-06 21:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin savnaðist hópurin hjá A-landsliðnum við monnum á Hotel Føroyum fyri at byrja fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Montenegro hóskvøldið.

Í illfýsna veðrinum á Tórsvølli í kvøld vandi liðið. Tó kundi Kringvarpið av Tórsvølli fortelja, at Meinhard Egilsson Olsen og Hallur Hansson ikki vandu saman við hinum. Sambært Eyðuni Klakstein var tað av teirri orsøk, at teir høvdu tørv á einum eyka degi uttan fótbóltsvenjing, men at tað ikki burdi verið nakar trupulleiki út á vikuna.

Landsliðsvenjarin setti eisini orð á tað, at fýra spælarar ikki eru komnir til landið. 

Talan er um Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð og Mattias Lamhauge, sum allir spældu dyst í gjár sunnudagin. Teir eru tó ikki komnir fram til Føroya úr Íslandi, Noreg og Danmark, tí at flogferðslan allan dagin hevur verið darvað av veðrinum.

Sí eisini: Bara SAS lendi í dag

Sambært Eyðuni Klakstein eigur hetta ikki at órógva nakað nevnivert fram til dystirnar móti Montenegro og Kekkia. Serliga ikki um allir vera til venjingina týsdagin klokkan 16, vísti venjarin á í Kringvarpinum.

Sum skilst, og sum nú er, flúgva allir tíðliga ella rímiliga tíðliga í morgin. Veðurforsøgnin fyri týsdagin sær ikki so galin út sum í dag.

Sí veðrið her

Persónar í venjara-og hjálparatoyminum eru eisini veðurfastir uttanfyri Føroyar, men eftir ætlan eru allir savnaðir seinnapartin týsdagin.

Føroyski hópurin: 

Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur - Upprunaliga Samuel Johansen Chukwudi
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ

Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ
Hallur Hansson, KÍ
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Noreg)

Álopsspælarar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ

Sí eisini: Arnbjørn Svensson avloysir Samuel Chukwudi

HM-undankappingardystirnir í oktober:
9. oktober: Føroyar – Montenegro
12. oktober: Føroyar –  Kekkia

Føroyar hava seks stig fyri fimm dystir í bólkinum og eru á 3. plássi í bólki L - við sama stigatali sum Montenegro men við betri málmuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder