Fótbóltur

Arnbjørn Svensson avloysir Samuel Chukwudi

Samuel Chukwudi er darvaður av skaða, og harvið hevur Víkinga-miðverjin fingið boð um at møta upp mánadagin.

Arnbjørn Svensson hevur enn ikki spælt í einum undankappingardysti, men syðrugørumaðurin spældi tó tveir venjingardystir í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Arnbjørn Svensson hevur enn ikki spælt í einum undankappingardysti, men syðrugørumaðurin spældi tó tveir venjingardystir í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-04 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin verður av álvara farið undir fyrireikingarnar til HM undankappingardystirnar hjá manslandsliðnum móti Montenegro og Kekkia, sum verða á Tórsvølli í komandi viku.

Føroyska liðið savnast mánadagin seinnapartin, og venur tíðliga á kvøldi á Tórsvølli. 

Hópurin varð úttikin síðsta mánadagin. Ein broyting er í hópinum, í mun til tá.

Eins og til dystirnar í juni, noyðist Samuel Johansen Chukwudi at geva avboð, eftir at hann er úttikin. Sterki miðverjin hjá finska SJK Seinajoki er darvaður av vøddaskaða og verður ikki nóg birgur til landsliðsfótbólt á hesum sinni, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

[object Object]
Samuel Johansen Chukwudi stóð sterkur í myndini, tá hann fekk møgleikan frá byrjan á Gibraltar. Miðverjin er tó skaddur hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

Í staðin eru boð send eftir Arnbirni Svensson úr Víkingi. 26 ára gamli syðrugøtumaðurin er higartil skrásettur fyri tveir dystir og eitt mál fyri A-landsliðið - í báðum førum hevur verið talan um venjingardystir.

Arnbjørn Svensson hevur, eins og lið hansara, ikki verið eins sannførandi í Betrideildini í ár. Víkingur hevur tó latið næstfæst mál inn, og í fjør var hann tó ein av bestu verjuspælarunum í kappingini, og verður Arnbjørn helst við til EM-undandystirnar sum eykamiðverji.

Hósdagin 9. oktobur klokkan 19:45 spæla Føroyar og Montenegro á Tórsvølli, og sunnudagin 12. oktobur klokkan 17:00 møtast Føroyar og Kekkia.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder