Meinhard Egilsson Olsen og Gullbrandur Øregaaard kunnu í dag hátíðarhalda 17. mai í góðum hýri. Báðir vóru við at fáa trý stig á kontuna í næstbestu norsku deildini í gjár.
Meinhard spældi fjórða dystin á rað frá byrjan. Tað sær út til, at runavíkingurin av álvara er komin fyri seg eftir knæskaðan. Í gjár skoraði hann sítt annað mál í kappingarárinum. Talan var um returbólt, eftir at Meinhard Egilsson Olsen sjálvur misnýtti brotsspark.
Hetta var í 8. minutti, og longu minuttir eftir var 2-0. Åsane minkaði um munin fyri steðgin, og tað endaði 2-1 í Drammen. Mjøndalen er nú trý stig frá niðurflytingarstrikuni. Tað hevur gingið væl seinastu dystirnar, og 27-ára gamli føroyingurin verður helst at síggja aftur á landliðnum í næsta mánaða.
Gullbrandur Øregaard hevur verið týðandi fyri føroyska U21-landsliðið, og spælir sterki miðverjin/miðvallain fast fyri Sandnes (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
U21-landsliðsspælarin Gullbrandur Øregaard vísir seg eisini væl fram. Í gjár spældi hann aftur 90 minuttir í miðverjuni hjá Sandnes Ulf, ið vann 2-1 á heimavølli móti Bryne. Sandnes hevur, eins og Mjøndalen, níggju stig.
Bryne er longur uppi á stigatalvuni. Noah Mneney fær tó so at siga ongar minuttir í landskappingini. 21-ára gamli miðvallarin hevur sáttmála til endan av kappingárinum - tað er ikki ósannlíkt, at hann fer aðrar leiðir longu í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald