Fótbóltur

Meira enn eina millión í yvirskoti

Tað er ikki bara stig sum klaksvíkingar duga at skava saman. Fíggjarliga gongur eisini væl hjá KÍ.

KÍ í Evropa League í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ í Evropa League í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-01-28 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ vísti á aðalfundi í gjárkvøldi á eitt avlop á 1,2 milliónir krónur. Orsøkin til hetta er serliga luttøkan í Europa League í summar, tá KÍ tvær ferðir vann seg víðari í kappingini.

- Tað er sera umráðandi at vit kunnu tryggja ein skynsaman rakstur tá tað gongur væl, og hava eitt avlop at standa ímóti við tá tað gongur minni gott, sigur KÍ.

Á skránni á aðalfundinum var eisini nevndarval.

Aðalfundurin samtykti at hækka nevndina úr 6 í 7 nevndarlimir har ein nýggur nevndarlimur skuldi veljast við ábyrgd av besta mansliðnum. Tummas Lervig heldur fram sum formaður, og Rúni Heinesen er næstformaður.

Nevndarlimur fyri fíggjarmál er Hilmar Danielsen, Kaj Dam er nýggjur nevndarlimur fyri besta mansliði, Rói Clementsen hevur ábyrgd av samskifti og Jákup Eydnugarð er nevndarlimur við ábyrgd av sponsorum.

[object Object]Hilmar Danielsen, Kaj Dam, Rúni Heinesen, Tummas Lervig, Rói Clementsen og Jákup Eydnugarð (Mynd: KÍ)

Margit Joensen sum hevur verið nevndarlimur við ábyrgd fyri ungdómsfótbólti valdi ikki at stilla upp aftur. Hesin postur bleiv tí ikki mannaður á aðalfundinum, men skal finnast næstu tíðina.

Harafturat kunngjørdi KÍ, at heimadystirnir framyvir verða partur av stroymingini hjá Televarpinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder