Hondbóltur

Meira gull og enn ein greipa til Hoyvíkar

VÍF legði best út í fjórðu finaluni. Tað leikaði síðani javnt á til nakað inn í seinna hálvleik, men so fóru hoyvíkingar frá, og nú kunnu teir fegnast.

Verjuparturin hjá H71 gjørdist avgerandi í finalurøðini. VÍF skoraði 21 ferðir í dag, og tað var ein long løta í seinna hálvleiki uttan nakað mál til útiliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Verjuparturin hjá H71 gjørdist avgerandi í finalurøðini. VÍF skoraði 21 ferðir í dag, og tað var ein long løta í seinna hálvleiki uttan nakað mál til útiliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-17 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 er aftur føroyameistari hjá monnum. Hetta er greitt eftir sigurin á VÍF í Hoyvíkshøllini í kvøld. VÍF vann fyrstu finaluna, sum var í Vestmanna, men hoyvíkingar hava nú vunnið tríggjar á rað, og tað er serliga einum sterkum verjuavriki at takka.

Vestmenningar fingu annars hol á tíðliga í dag og var skjótt á odda við fimm málum. H71 fekk tó vent tingunum væl og var á odda við einum máli í steðginum.

Í seinna hálvleiki gjørdist talan um ein verjudyst, har málverjarnir gjørdust ógvuliga týdningarmiklum. Hendan tvídystin vunnu hoyvíkingar, og eina løtu fór heimaliðið frá 15-15 til 20-15. Teir í gulum og bláum fingu ikki loyst upp. "Svarti verjumúrurin" var krútsterkur, og so var tað eisini ógvuliga torført at fáa bóltin framvið Paula Jacobsen, sum spældi ein branddyst.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Tá málskjótingin hjá útiliðnum kom í gongd aftur var ov seint. Serliga Rói Ellefsen á Skipagøtu og Petur Krogh tóku ábyrgd í álopinum ígjøgnum dystin, og H71 vann til endans ein rímiliga tryggjan sigur.

Besta mansliðið hjá H71 vann sítt fyrsta føroyameistaraheitið í 2009. Í kvøld kom tað sjeynda í hús. Hetta er triðja greipan í røðini, og talan er um annað árið, at H71 vinnur greipuna hjá monnum. Kvinnurnar tryggjaðu sær greipuna fyri seks døgum síðani, og tað man vera eindømi í nýggjari tíð, at eitt felag hevur eina tvífalda greipu í sama árið.

Tillukku H71 - meira seinni.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

[object Object]
Allir greipuvinnararnir (Mynd: Sverri Egholm)

FM-finalurnar í Burn-deildini
Fjórða finalan - í kvøld, mikukvøldið 17. mai í Hoyvíkshøllini
H71  - VÍF 25-21 (13-12)

3-1 til H71.

Toppskjúttar: 
Rói Ellefsen á Skipagøtu og Peter Krogh 7 mál - Filip Jojic 5 mál

Sí dómaraseðil her

Dystargongdin: 
5 min: 0-3
10 min: 2-6
15 min: 5-8
20 min: 8-10
25 min: 10-11

30 min: 13-12

35 min: 14-15
40 min: 15-15
45 min: 19-15
50 min: 22-18
55 min: 23-19

Útvísingar:
 
H71: 
7
VÍF: 6

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder