Fótbóltur

Meistararnir byrja í Havn

Grundspælið í Betri Deildini hjá kvinnum er klárt. Fyrsta umfar verður spælt mikudagin 27. mars.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-23 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í ár varð kunngjørt, at fremsta deildin hjá kvinnum fór at vera skipað sum grundspæl og endaspæl. Og nú er greitt, hvussu leikskráin fyri grundspælið sær út.

Tað kunnger FSF.

Fyrsta umfar er á skránni mikudagin 27. mars, og tað møtast liðini soleiðis: NSÍ – Skála ÍF, B36 – 07 Vestur, HB – KÍ og Víkingur – TB/FCS/Royn. Níggjunda liðið í kappingini er FC Hoyvík.

Síðsta umfar í grundspælinum verður spælt sunnudagin 11. august, og eftir tað verða liðini skipað í tveir bólkar – nummar 1 til 5 fara at dystast um FM, meðan liðini frá nummar 6 til 9 spæla um at vinna niðarabólkin.

Harafturat verður eisini skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat vanligu steypakappingini. Minna steypakappingin er fyri liðini, sum eru í niðara bólkinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.

Landskappingin (grundspælið) sæst her: Betri Deildin kvinnur (grundspæl)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder