Annað

Meksiko fult stigatal eftir tveir dystir

Meksiko hevur fingið eina frálíka byrjan uppá endaspælið í Russlandi.

2018-06-23 18:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meksiko bygdi víðari á flotta sigurin á Týsklandi. Meksikanarar vunnu 2-1 á Suður Korea, og harvið sær tað sera gott út hjá Meksiko í mun til at koma víðari, meðan teir hjá Suður Korea allarhelst noyðast at pakka viðføri eftir dystin ímóti Týsklandi.

Talan var um ein lívligan dyst í Rostov. Hann gjørdist sera opin, av tí at Meksiko kom á odda eftir 25 minuttir. Liðformaðurin Andres Guardado legði innfyri úr vinstru, og bólturin kom í armin á einum verjuleikara. Dòmarin var ikki í iva; einki VAR var neyðugt: Brotsspark til Meksiko. Hetta tók Carlos Vela sær av, og hann var tryggur frá ellivu metrum. 

Suður Korea noyddist nú at leypa á, og tað spurdist eini fleiri góðar støður burturúr. Men ofta komu meksikanarar fyri, og tað manglaði kynisman hjá asiatiska liðnum. Kanska lá ov nógv á Son Heung-min úr Tottenham. 

Leikararnir hjá Meksiko arbeiddu aftur í dag sera væl, og høvdu nakrar góðar møguleikar til at økja. Hetta eydnaðist eisini miðskeiðis í 2.hálvleiki, uppá eina av avgjørdu styrkunum hjá Meksiko. Tað var talan um eina umstilling, sum endaði við, at bólturin var rullaður yvir til Javier Hernandez, ið var tryggur einsamallur við málverjanum. Landsliðsmál nummar 50 hjá Chicharito. Hetta er meira enn hjá nøkrum í søguni hjá Meksiko.

Suður Korea royndi at svara aftur, men tað gjørdist bert talan um eitt mál, ið fekk minkað um munin. Í 92.minutti fekk Son bóltin eitt sindur til høgru, trekti inn, og úr líka yvir 20 metrum smekkaði hann bóltin í longra málhorn. Eitt sera flott mál, men ov seint hjá Suður Korea.

Klokkan 19.00 er ein lykladystur í bólkinum, tá Týskland og Svøríki bresta saman. Trýstið er avgjørt á týskarrunum.

Meksiko - Suður Korea 2-1(1-0)

1-0 Carlos Vela (br.)
2-0 Javier Hernandez
2-1 Son Heung-min


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder