Meksiko hevur fomliga bjóðað seg fram at vera vertur fyri Olympisku Leikunum í 2036 ella 2040.
Meksikanski uttanríkismálaráðharrin, Marcelo Ebrard og Maria Jose Alcala, forseti fyri Olympisku Nevndina í Meksiko, hava hitt Thomas Bach, forseta fyri Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) í Sveis, har høvuðssætið hjá IOC er.
Meksikansku umboðini siga, at tey hava neyðuga undirstøðukervið.
Meksiko var vertur fyri OL í 1968. Tað var tá fyrstu ferð, at OL varð hildið í einum latínamerikonskum landi. Meksiko var eisini vertur fyri HM í fótbólti í 1970 og í 1986, og í 2026 skal Meksiko aftur vera vertur fyri HM í fótbólti, hesa ferð saman við Kanada og USA.
IOC upplýsir, sambært Ritzau, at nevndin hevur verið í sambandi við tíggju møguligar vertsbýir, og at støða enn ikki er tikin til, nær komandi verturin verður útnevndur.
Olympisku summarleikirnir verða aftur næsta ár. Tá er tað franski høvuðsstaðurin París, sum er vertur. Í 2028 verður tað amerikanski býurin Los Angeles, sum er vertur, og í 2032 verður OL í avstralska býnum Brisbane.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald