Tá avtornaði vóru umboð fyri átta lond – Belgia, Norðurmakedónia, Liktinstein, Portugal, Estland, Slovenia, Bulgaria og Spania, umframt úr føroyum – við á stóru UEFA ráðstevnuni, ið Fótbóltssamband Føroya hevur verið vertur fyri síðstu dagarnar. Evni á ráðstevnuni var fyriskipan og menning av gentu og kvinnufótbólti.
– Sjálvt um londini eru ymisk til støddar, so er talan í nógvum førum um líknandi avbjóðingar, ið vit eisini hava í gerandisdegnum. Tí er tað gevandi at kunna hoyra ymisk sjónarmið upp á somu avbjóðingar, og síðan saman finna møguligar loysnir, sigur Pætur Clementsen, ið er tekniskur stjóri hjá FSF.
Umframt framløgur og toymisarbeiði, var skipað fyri venjingum á Tórsvølli og Ovara vølli í Gundadali. Harafturat var eisini vitjað í Klaksvík, har umboð fyri KÍ greiddu frá søguni um kvinnufótbóltin í felagnum. Við Djúpumýru fingu gestirnir møguleikan at síggja góðu umstøðurnar, ið sigursvandu kvinnurnar hava til venjing og dystir á heimavølli.
Venjarin hjá belgiska U23-landsliðnum, Thomas Jansen, ið var millum luttakararnar, lat eisini sera væl at ráðstevnuni, og vitjanini í Føroyum sum heild.
– Eg eri sannførdur um, at einki stað til tílíkar ráðstevnur er betri enn í Føroyum. Ráðstevnan var litað av eldhuga frá umboðum hjá FSF, lokalum spælarum, venjarum og øðrum starvsfólkum, ið eru partur av føroyska fótbóltinum, og sum vit fingu møguleikan at hitta.
– Í einari verð av ymiskleika, er liðandin og samanhaldið hjá tykkum ein gáva og fyrimynd. Hetta var væl fyriskipað og máttmikið at uppliva – ja, stutt og greitt, fult av eldhuga, segði Thomas Jansen við heimasíðuna hjá FSF, áðrenn kósin var sett móti evropeiska meginlandinum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald