Fótbóltur

Menningin er eyðsæð

Føroyska U21-landsliðið hevur ongantíð áður fingið níggju stig í einum kalendaraári. Við 3-2 sigrinum í Kasakstan í dag vísti liðið hjá Sámal Erik Hentze styrki, góðsku og skrivaði søgu.

Teir leikararnir ið nú eru ov gamlir til U21 eftir 3-2 sigurin í Kasakstan (Mynd: FSF/Rúni Klein Joensen)

Teir leikararnir ið nú eru ov gamlir til U21 eftir 3-2 sigurin í Kasakstan (Mynd: FSF/Rúni Klein Joensen)

2020-11-17 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Føroyar í dag settu punktum fyri EM-undankappingina, har føroyska liðið fekk næsthægta stigatalið nakrantíð, so settu ungu menninir eisini punktum fyri besta árinum og hálvárinum nakrantíð hjá U21-landsliðnum. 

Í 2010 fingu Føroyar sjey stig. Tey komu í sigrunum á Andorra og í Lettlandi og við javnleikinum í Andorra. Árið fyri, í somu undankapping, loyptu Føroyar hvøkk á við at vinna 1-0 á Russlandi í Gundadali. Liðið fekk eisini stig móti Moldova á heimavølli í 2009, og harvið varð stigatalið fyri flottu føroysku undankappingina 11 stig.

[object Object]
Venjaratoymið: Rúni Klein Joensen, málmansvenjari, Sámal Erik Hentze, og Hegga Samuelsen, sum seinastu árini hevur verið hjálparvenjari (Mynd: FSF)

Hesaferð gjørdist talan um níggju stig í teimum 10 dystunum, og øll stigini komu í hús í heyst. Sámal Erik Hentze tók við um høvuðsvenjari seinasta vetur, tá Eli Hentze varð hjálparvenjari á A-landsliðnum, meðan Hegga Samuelsen helt fram sum hjálparvenjari. Undir Bagga og Hegga hava Føroyar vunnið helmingin av dystinum. Tríggir sigrar eru komnir í hús: Á Svangaskarði móti Ísrael og Montenegro og so í dag í Kasakstan. Harafturat hevur liðið verið væl við í dystunum móti Spania (0-2 í báðum førum) og Norðurmakedónia (1-2).

Norðurmakedónia vann eisini 2-1 í dag. Tað var móti Montenegro, og við tí úrslitinum, og sjálvandi sigrinum í Kasakstan, endaðu Føroyar frammanfyri Montenegro. 

Les eisini: Endaðu við sigri í Kasakstan
Sí eisini: (Video): Skápini í Kasakstan fingu ein harðan umgang

Soleiðis komu føroysku málini í Kasakstan í dag: 

0-1 20' Stefan Radosavljevic (Pætur Petersen)
Stefan vinnur bóltin á miðjaru hálvu hjá Kasaskstan, nakað til vinstru. Miðvallarin kemur hegnisliga framvið einum mótstøðuleikara, spælir út til Pætur Petersen í vinstru og rennur inn í brotsteing. Pætur leggu bóltin væl til rættis fyri tvørmanninum í B36, sum við vinstra beininum seindur bóltin trygt innum málverjan við nærmastu stong. Fjórða málið hjá Stefani í 10 dystum í hesari undankappingini, og 20-ára gamli leikarin er nú javnsettur toppskjútti í søguni hjá U21-landsliðnum við Meinhard Egilsson Olsen og Gunnar Zachariassen, sála.

0-2 49' Petur Knudsen
Jonn Johannessen bjóðar miðverjuni av, annar fær prikað bóltin nakrar metrar, men har er Petur Knudsen til reiðar. Liðformaðurin rekur inn í brotsteigin, og einsamallur við málverjanum er hann ísakaldur og sendur bóltin niður í nærmasta málhorn við vinstra beininum. Triðja málið hjá Peturi á U21-landsliðnum í heyst, og nú hevur NSÍ spælt sín seinasta ungdómslandsdyst.

0-3 64' Jonn Johannesen (Ari Olsen)
18-ára gamli KÍ-áleyparin fær bóltin í brotsteigin, málverjin kemur út og hálvbjargar. Bólturin støkkur útum brotsteigin nakað til høgru, har Ari Olsen fær fatur á honum, roynir seg við skotið, ið málverjin aftur hálvbjargar. Jonn Johannessen er tó til reiðar á sama staði sum nøkur sekund frammaundan, og hann legði bóltin í netið - fyrsta málið hjá Jonn og á U21-landsliðnum.

[object Object]
Málskjúttarnir hjá Føroyum í dag (Mynd: FSF/Rúni Klein Joensen)

U21 EM-undankapping, bólkur 6
Kazhymukan Munaitpasov Stadium, Shymkent - 17.11

Kasakstan - Føroyar 2-3 (0-1)
20' Stefan Radosavljevic (Pætur Petersen)
49' Petur Knudsen
64' Jonn Johannessen (Ari Olsen)
65' Ramazan Karimov
80' Oralkhan Omirtaev (br.)

Føroyar (4-4-1-1): Rói Mørk Hentze - Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson, Daniel Johansen - Pætur Petersen (77' Ragnar Samuelsen), Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic  (90' Arnbjørn Svensson), Lukas Giessing (85' Hanus Sørensen) - Petur Knudsen (L) - Jonn Johannesen (77' Hjalti Kárason Djurhuus)

Endaliga støðan í bólkinum: 
1. Spania 25 stig*
2. Norðurmakedónia 18 stig
3. Ísrael 13 stig*
4. Kasakstan 10 stig
5. Føroyar 9 stig 
6. Montenegro 7 stig

*Ein dyst færri - spæla í kvøld

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder