Í kvøld klokkan 19.45 er AB á vitjan hjá føroyingunum á Amager. Tað sum er uppá spæl, er uppflyting til fjórðbestu deildina í Danmark.
ÍF Føroyar endaði á 2. plássi í sínum bólki í Kvalifikationsrækken, og hevur harvið vunnið sær rættin at spæla um at flyta eina deild upp. Liðið hevur verið sera støðugt og vælleikandi seinastu tíðina og kemur inn til dystin í kvøld við nógvum góðum sigrum í viðførinum.
Tað eru tveir dystir, ið koma at avgera, um ÍF Føroyar megnar at flyta upp. Tann fyrri er í Sundbyøster Høllini á Amager í kvøld; tann seinni er í Gladsaxe leygardagin seinnapartin. Í fjør flutti ÍF Føroyar niður eftir dystir móti júst AB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald