placeholder
Fótbóltur

Messi fer at skifta felag

Tíðin hjá argentisku stjørnuni í franska høvuðsstaðnum er av eftir dystin leygardagin. Hetta váttar venjarin hjá PSG. Áhugi er í øllum førum úr Barcelona og Saudiarabia.

Lionel Messi hevur spælt tvey kappingarár fyri PSG og hevur vunnið Ligue 1 tvær ferðir. Vónbrot hava heilt vist eisini verið (Mynd: EPA)

Lionel Messi hevur spælt tvey kappingarár fyri PSG og hevur vunnið Ligue 1 tvær ferðir. Vónbrot hava heilt vist eisini verið (Mynd: EPA)

2023-06-01 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fer Lionel Messi at venda aftur til hjartafelagið Barcelona, ið hann noyddist at fara úr í 2021, ella fer hann aftur at kappast við Cristiano Ronaldo - hesaferð í Saudiarabia. 

Hetta er helst høvuðsspurningurin í løtuni um framtíðina hjá Lionel Messi. Tað hevur leingi ljóðað, at nú 35-ára gamli gandakallurin ikki fór at leingja sáttmálan við PSG, ið gongur út, tá juni mánaði er av. Seinastu mánaðirnar hevur Messi verið settur í samband við serliga Barcelona og Al Hilal. 

Trupulleikin hjá katalanska stórfelagnum er, at hóast man er spanskur meistari, so stendur ógvuliga illa til fíggjarliga. Barcelona fekk ikki hildið Messi longur, tí lønin var alt ov dýr fyri kassan, og síðani hevur felagið javnan havt ilt við at fáa skráseta spælarar og annað. Sambært fleiri sponskum miðlum er tað

Í Saudiarabia trýtir peningur ikki. Al Hilal hevur, sambært fleiri keldum, bjóða Lionel Messi ein villan sáttmála við virði á fleri milliardir um árið. Harvið kann hann yvirhála Cristiano Ronaldo sum best lønti fótbóltsspælarin nakrantíð og eisini kappast í somu deild, sum gamli Real Madrid og Balon d'Or kappingarneytum.

[object Object]
Messi í Barcelona aftur? Ella Messi móti Ronaldo aftur í heilt øðrum umstøðum (Mynd: EPA)

[object Object]
 
Messi var lykilin til, at Argentina endliga aftur gjørdist heimsmeistari. Hetta var í Katar í desember (Mynd: EPA)

Summir miðlar hava skrivað, at ein avtala við Al Hilal so gott sum er uppá pláss, men hetta er ikki váttað. Tað sum er váttað, er tað, at Lionel Messi ikki skal spæla fyri PSG longur.

- Eg havi havt tann framíhjárætt at verið venjari hjá tí besta fótbóltsspælaranum í fótbóltssøguni. Dysturin leygardagin fer at vera hansara síðsti dystir á Parc des Princes. 

Hetta sigur Christophe Galtier, høvuðsvenjari hjá PSG, við franskar miðlar undan seinasta dystinum í kappingarárinum.

PSG hevur longu vunnið fronsku deildina, og tað hevur felagið sum væntað gjørt bæði árini, sum Lionel Messi hevur spælt við. Uppihaldið í Fraklandi hevur tó ikki verið heilt so væleydnað sum ætlað: PSG er sligið út í áttandapartsfinaluni í Champions League bæði árini og eisini úr fronsku steypakapppingini.

Messi hevur skorað 32 mál og lagt upp til 35 í 74 dystum fyri franska felagið og er vorðin heimsmeistari í PSG-tíðini, umframt kosin til heimsins besta spælara fyri farna árið av FIFA. Nú er spurningurin, hvar hann fer at halda fram sum fótbóltsspælari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder