Fótbóltur

Messi fer til Miami

35-ára gamla argentinska stjørnan kunngjørdi í gjárkvøldið, at framtíð hansara liggur í USA - í felagnum hjá David Beckham.

Lionel Messi gjørdist í fjør endliga heimsmeistari eftir frálíkt avrik í Katar. Argentinski gandakallurin vann eisini FIFA heiðurin sum heimsins besti spælari (Mynd: EPA)

Lionel Messi gjørdist í fjør endliga heimsmeistari eftir frálíkt avrik í Katar. Argentinski gandakallurin vann eisini FIFA heiðurin sum heimsins besti spælari (Mynd: EPA)

2023-06-08 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt alla hesa øldina í evropeiskum fótbólti. Fyrst í ungdómsdeildini hjá Barcelona, síðani í vaksnamannadeildini, har lágvaksni maðurin bergtók øll, og síðstu tvey árini í PSG.

Tað gjørdist ikki talan um nakað stórt ævintýr hjá Lionel Messi í Fraklandi, og nú sáttmáli hansara við PSG gongur út er greitt, at hann ikki vendir aftur til Barcelona. Orsøkin er tann sama, sum hon var, tá hann fór úr FC Barcelona: Katalanska felagið hevði ikki ráð til hann, og og nógv óvissa varð knýtt at hesum.

Messi fer heldur ikki til Al Hilal í Saudiarabia, sum bjóðaði 35-ára argentinanum ein søguligan stóran sáttmála. Um tað hevði verið ein spurningur um pening, so hevði eg kanska farið har, var ein av útsagnunum hjá Messi í gjárkvøldið. Ein onnur var, at tað ikki hevði verið rættvíst mótvegis Barcelona ella núverandi spælarum í felagnum, um hann vendi aftur: Neyðugt hevði verið hjá Barca at selja fyri nógvan pening og lækka lønir, um tað skuldi eydnast.

Ístaðin fyri tað og ístaðin fyri at kappast við Cristiano Ronaldo og Karim Benzema í Miðeystri, fer heimsmeistarin - og ein av heimasins allarbestu spælarum - til USA. Spælarin kunngjørdi í gjárkvøldið, at næsta felag hansara verður Inter Miami, sum spælir í MLS. Alt er ikki 100 prosent uppá pláss varð staðfest, men tað er hetta, ið Lionel Messi hevur valt. Harvið skal hann spæla fyri felagið, sum David Beckham eigur stóran part í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder