Tað er Christiano Ronaldo (Juventus), Lionel Messi (Barcelona), og Virgil Van Dijk (Liverpool), sum skulu kappast um heitið sum heimsins besti fótbóltsleikari fyri seinasta kappingarárið.
Hesum boðar Altjóða Fótbóltssambandið (FIFA) frá í dag, sambært TV2.
Virgil Van Dijk varð nýliga kósin ársins leikari av Evropeiska Fótbóltssambandinum (UEFA).
Lionel Messi er eisini tilnevndur í bólkinum ársins mál saman við kolumbianska Juan Fernando Quintero og ungarska Daniel Szori.
Pep Guirdiola (Manchester City), Jürgen Klopp (Liverpool) og Mauricia Pochettino (Tottenham) eru tilnevndir í bólkinum besti venjari.
Hjá kvinnunum eru tað eingilska Lucy Bronze og amerikansku Megan Rapinoe og Alex Morgan, sum skulu kappast um at gerast besti leikari.
Í fjør var tað kroatiski leikarin Luka Modric, sum gjørdist heimsins besti fótbóltsleikari hjá monnunum, frammanfyri Ronaldo og egyptiska Mohamed Salah.
Í ár verða heiðurslønirnar handaðar í Milano 23. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald