Barcelona hevur vunnið spanska meistaraheitið átta útav teimum seinastu 11 árunum. Katalanska felagið vann eisini Champions League í 2009, 2011 og 2015, men síðani tá er liðið ikki komið longri enn fjórðingsfinaluna. Í ár er liðið komið í hálvfinaluna uttan himpr, og eftir fyrru hálvfinaluna móti Liverpool hevur liðið hjá Messi annað beinið í finaluni, sum verður í Madrid seinni í mánaðinum.
Liverpool byrjaði væl á einum av kendastu leikvallunum í heiminum og var omaná fyrru helvt av 1. hálvleiki. Men hóast útiliðið fekk hótt Pique og co, so var tað ein fyrrverandi Liverpool-leikari, ið sló til. Eftir frálíkt innlegg frá sera vælleikandi vinstra bakkinum, Jordi Alba, kastaði Luis Suarez seg fram, og legði Barcelona á odda. Um hetta mundið var Messi eisini veruliga farin at ganda, og talan var um ein góðan og opnan fótbóltsdyst, har serliga Mané var vandamikil hinvegin.
(
(Suarez sló til móti sínum gamla felagið - Mynd: EPA)
Í 2. hálvleiki royndi Liverpool at trýsta, men Barcalona undir Valvarde er vælskipað, dugir framvegis sera væl at halda uppá bóltin. og liðið hjá Klopp mangalði neyvleikan og kynismuna í kvøld. Ístaðin var tað Messi, ið seinasta korterið aftur vísti, hví hann hevur verið í heimsflokki í meira enn eitt áratíggju. Argentinin fylgdu fyrst upp, tá bólturin tilvildarliga kom til Suarez, ið síðani rakti yvirleggjaran. Um 2-0 málið var heppið, so var 3-0 málið heimsklassi. Messi vann fríspark í góðari støðu, og hann smekkaði bóltin upp í málhornið.
Liverpool var nær við at gera útgangsstøðið væl frægari stutt seinni, tá Barcelona bjargaði á strikuni og útiliðið rakti stongina í somu støðu. Í yvirtíðini hevði innskifti Dembelé tveir stórar møguleikar at avgera uppgerðina heilt, men fraklendingurin misnýtti umstillingsstøðurnar. Liverpool hevur tó eina ríkiliga torføra uppgávu á Anfield um seks dagar. Alt ber til - serliga í Champions League og júst á søguríka vøllinum - men Barcelona hevur heilt vist annað beinið í finaluni.
Barcelona - Liverpool 3-0 (1-0)
26' Luis Suarez 1-0
75' Lionel Messi 2-0
82' Lionel Messi 3-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald