Fótbóltur

Messi spælt sín fyrsta dyst fyri PSG

Hann kom á vøllin fyri Neymar miðskeiðis í 2. hálvleiki - eftir dystin vildi málverjin hjá mótstøðuliðnum hava mynd av Messi og soni sínum. Mbappé, ið møguliga skiftir til Real Madrid, skorðai bæði málini fyri PSG.

Lionel Messi er nú í fronskum fótbólti (Mynd: EPA)

Lionel Messi er nú í fronskum fótbólti (Mynd: EPA)

2021-08-30 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Franska Ligue 1 er í styrkismeting, gjørd eftir evroepiskum úrslitum hjá feløgunum í deildini, farið afturum bestu deildina í Portugal. Harvið er Ligue 1 ikki longur at metast millum tær fimm fremstu í Evropa, men tað er tó ein leikari, sum við sínum skifti úr FC Barcelona í summar, hevur gjørt deildina meira áhugaverda.

Tann maðurin kom í gjárkvøldið inn til sín fyrsta dyst fyri Paris Saint-Germain. Messi varð í 66. minutti í útidystinum í Reims skiftur inn fyri Neymar, sum í 2017 eisini skifti úr Barcelona til PSG. 

Tá var støðan 2-0, og hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið. Hóast Lionel Messi ikki hevði stórvegis ávirkan á dystin, so er tað at hann nú spælir við PSG stórt og serstakt fyri mong, og Messi varð fagnaður av teimum flestu áskoðarunum, tá hann kom á vøllin. Eftir síðsta bríksl kom serbiski málverjin hjá Reims, Predrag Rajkovic yvir til seksfalda argentinska Balon d'Or vinnaran við sínari telefon og sínum lítla soni, handaði Messi sonin og tók síðani mynd av teimum. 

[object Object]Serliga løtan eftir fyrsta dystin hjá Messi í fronskum fótbólti 

[object Object]
Messi í eyðkendum stíli - setur mótleikara av (Mynd: EPA)

Mbappé í høvuðsleiklutinum - møguliga til Madrid

Tað var Kylian Mbappé, ið skoraði bæði málini fyri PSG, ið er oddalið í deildini við fullum stigatali eftir fýra dystir. Landsliðssteðgur er, og flytingarvindeygað letur aftur í morgin. Harvið eru sannlíkindi fyri, at Mbappé hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið úr heimbýnum.

22-ára gamli hvirluvindurin hevur møguleiki at vera partur av einari serligari "fótbólts-trýeind" saman við Messi og Neymar, men hann hevur gjørt greitt, at hann ynskir nýggjar avbjóðingar. Bert eitt ár er eftir av sáttmálanum hjá Mbappé, og Real Madrid vil ógvuliga gjarna hava fatur á honum og hevur givið eitt boð uppá 170 milliónir evrir, ið PSG, sambært Sky Sports, ikki hevur svarað uppá enn.
Um franska felagið skal hava pening fyri Mbappé, so er hetta ein ógvuliga góður møguleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder