Fótbóltur

Messi tók tvey met í Champions League

Hevur eitt nú, sum fyrsti spælari nakrantíð, skorað í 18 Champions League kappingum á rað.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-15 09:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá argentinarin Lionel Messi í gjárkvøldið skoraði fyri franska lið sítt, Paris Saint-Germain, í Champions League, setti hann fleiri nýggj met.

Harvið hevur hann eisini tikið inn á Cristiano Ronaldo í áhaldandi kappingini um met teirra millum.

Tí við málinum í gjárkvøldið móti í 3-1 sigrinum móti Maccabi Haifa, tók Messi tvey met í Champions League:

- Hevur skorað móti 39 ymiskum liðum í kappingini (Ronaldo er á 38)

- Hevur sum fyrsti spælari nakrantíð skorað í 18 kappingarárum á rað.

Fransmaðurin í Real Madrid, Karim Benzema, hevur skorað í 17 Champions Leauge kappingum á rað. Men hann er í løtuni skaddur, so tað verður ikki fyribils, at hann kemur ájavnt við Messi í hesum metinum, skrivar tv2.dk.

Cristiano Ronaldo eigur tó enn nógv av metunum í Champions League.

- Hann hevur skorað flest mál: 141

- Hann hevur skorað flest mál í einum kappingarári: 17

- Hevur flest málgevandi avleveringar, ‘assists’: 42

- Hevur spælt flest dystir: 187

- Hevur skorað flest hattricks (saman við Messi): 8

Í løtuni kemur Ronaldo ikki at økja um síni met í Champions League. Lið hansara, Manchester United, spælir í ár í Europa League. 

[object Object]Cristiano Ronaldo og Manchester United skulu spæla í Moldova í kvøld móti Sheriff Tiraspol í Europa League (Savnsmynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder