placeholder
Hondbóltur

Mest sannlíkt eingin søla við hurðina til steypafinalurnar

Atgongumerkjasølan til vaksnamannafinalurnar gongur skjótt, staðfestir HSF seinnapartin. Víst verður til ávis pláss til fjepparar hjá feløgunum leygarkvøldið.

Neistin spældi seg í finaluna hjá kvinnum við dramatiskum sigri á H71. Felagið úr Hoyvík er umboðað í finaluni hjá monnum (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin spældi seg í finaluna hjá kvinnum við dramatiskum sigri á H71. Felagið úr Hoyvík er umboðað í finaluni hjá monnum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-20 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Stórur áhugi er fyri finalunum og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya seinnapartin.

Fyri fyrstu ferð verða steypafinalurnar spældar í Hoyvík. Hetta í nýggju stórhøllini við Tjarnir. Har er pláss fyri nakað yvir 3.000 áskoðarum til hondbóltsdystir.

[object Object]
Leygardagin var móttøka við Tjarnir - nú snýr tað seg um finalur í høllini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sambært HSF eru góð sannlíkindi fyri, at tað verður útselt áðrenn leygardagin. Í so verður í so fall eingin søla við hurðina til vaksnamannafinalurnar.  Sum nú er, eru umleið 3.000 atgongumerki seld.

Í mun til pláss, so eru atgongmerkini ikki til ávís pláss. Tó verður víst til nøkur støð í høllini, har fjepparar hjá ávisu feløgunum helst skulu sita:

- Atgongumerkini til steypafinalurnar eru ikki til ávís setur, men verður víst til at Kyndil og Neistin sita á eystar síðu til kvinnufinaluna, hareftir at teirra áskoðarar skulu flyta yvir um á vestaru síða, um tey ynskja at síggja mansfinaluna eisini. Áskoðararnir hjá VÍF og H71 kunnu hareftir sessast á eystaru síðu til mansfinaluna.

[object Object]

Mynd: hsf.fo

Atgongumerkini til Faxe Kondi finalurnar - eisini hjá teimum yngru - fáast til sølu á atgongumerki.fo.

Leiksskráin
Fríggjadagin 21. februar:
kl. 18.30 G16: Kyndil – Neistin
kl. 20.00 D16: Neistin – H71 a

Leygardagin 22. februar:
kl. 09.00 G10B: EB a – Tjaldur a
kl. 09.40 D10B: H71 b – Neistin c
kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c
kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF
kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a
kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 Kvinnur: Neistin – Kyndil
kl. 19.30 Menn: H71 – VÍF

Sunnudagur 23. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil
kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil
kl. 19.30 D18: H71 – VÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder