Annað

Methøgt luttakaratal til FM í tíðarsúkkling á Strondum

Ikki færri enn 30 súkklarar súkklaðu hóskvøldið FM í tíðarsúkkling. Bæði Helgi Winther Olsen og Maria Svabo Hansen endurvunnu meistaraheitið.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-06-18 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sst.fo: Súkklarar hittust hóskvøldið á Strondum at kappast um FM heitið í tíðarsúkkling. Eitt sindur av vindi var, men tað var lýtt og turt. Nakað øðrvísi enn váta sjaskið teir møttu í Havn til býarsúkklingina týskvøldið. Tað sást eisini aftur á startlistanum, tí ikki færri enn 30 súkklarar súkklaðu hetta kvøldið.

Troy fyriskipaði aftur í ár frálíka tiltakið, har súkklað varð sunnast av Strondum við Strandamáling inn at venda í Skálabotni og aftur til Strendur á mál við Strandamáling. Aftaná tiltakið var góð hugnaløta í caféini Urtagarðurin. Eingin ivi í, at vælskipaða tiltakið eisini er orsøk til nógvu luttakararnar.

Kapping móti tær sjálvum og hinum
Tíðarsúkkling er ein serstøk grein, tí tú súkklar eins nógv móti tær sjálvum, sum móti hinum. Súkklarar fara avstein ein og ein við einum gloppi á 1 minutti í millum, og royni síðani at súkkla stytsu tíð gjørligt á fastlagda teininum. Tað kann vera torført bara at hugsa um seg sjálvan, tá ið ein kanska sær tann frammanfyri fara undan sær, ella ein sær, at tú sjálvur súkklar skjótari og heintar hin. Ella kanska tú verður yvirhálaður aftanífrá. Nógvar kenslur standast í tílíkum støðum og tíðarsúkkling er tí alt annað enn bara ein kropslig avbjóðing.

Hesuferð var teinurin smáar 27 kilometrar. Hóast ein kanska hugsar, at tað er slætt millum Strendur og Skálabotn, so eru tað 230 hæddarmetrar aftur og fram, og súkklað verður mest sum alla tíð í undan og mótbrekku. Tá ræður um hjá súkklaranum at leggja sær orkuna til rættis og fáa sum mest burturúr sínum styrkjum og veikleikum. Tað snýr seg ikki bara um at traðka mest, men í stóran mun eisini at taka minst møguligt av vindi á seg bæði við hvussu ein situr og hvussu klæðir, útgerð og súkkla eru tillagað.

Vinnarin hjá monnum legði hart á brekkuna
Tað er vanliga snildast at súkkla so javnt sum gjørligt og liggja so nær at orkumarki sínum sum gjørligt allan teinin. Mongu súkklararnir struku avstað ein fyri og annar eftir. Tað var væntað, at tað var millum seinastu súkklararnar, ið fóru avstað, at vinnarin skuldi finnast, tí at startrøðin er í umventari fylgja frá úrslitunum árið fyri.

Hjá monnum var Helgi Winther Olsen seinasti súkklari avstað, og elti Jákup Petur Eliassan sum var næstseinastur. Fyrst á teininum er brekkan av Strondum niðan á Skarpheyggj, og her setti Helgi á og minkaðu munin niður í 30 sekund. Helgi er fjallasúkklari og gjørdi sær dælt av sínum styrkjum. Á langa teininum inn á Skálabotn í undanvindinum var síðani javnt millum hesar inntil vent var í mótvindin. Tá vann Helgi aftur støðugt inn á Jákup Petur og fór at enda framvið. Hesir báðir gjørdust nummar 1 og 2 og Helgi Winther Olsen endurvann føroyameistaraheitið í tíðarsúkkling frá í fjør 1.44,8 min frammanfyri Jákup Petur Eliassen.

Spenningur vísti seg at vera um 2. plássið. Andrass Joensen er í góðum formi nú hann strembar eftir at kvalifisera seg til aldursbólka heimsmeistaraheiti á langa teininum Iron Man í triathlon. Andrass var ikki á skjótu triathlonsúkkluni hjá sær, men á vanligari kappsúkklu, og varð settur at byrja sum 5. skjótasti súkklari. Hann tók tó øll á bóli og gjørdi eitt megnaravrik. Tá ið avtornaði, hevði hann hálað seg framum fleiri súkklarar, ið byrjaðu áðrenn hann og var einans 6,5 sekund aftanfyri Jákup Petur Eliassen á 3. plássi og 1.54,4 min frá Helga. Niklas Hallgren Niclassen vann U23 bólkin hjá monnum.

1. Helgi Winther Olsen 40.18,4
2. Jákup Petur Eliassen 42.03,2
3. Andrass Joensen 42.09,8

Vinnarin hjá kvinnum endurvann eisini FM heitið
Maria Svabo Hansen megnaði enn einaferð at gerast føroyameistari hjá kvinnum. Hon súkklaði eftir bókini og traðkaði javnt allan teinin. Hóast hon byrjaði sum seinasti súkklari, megnaði hon at fara framvið øllum hinum trimum kvinnunum, áðrenn hon at enda gjørdist føroyameistari 6.38,9 minuttir frammanfyri Anidu Johannesen á øðrum plássi. Anida Johannesen átti síðani fittan mun á 54,1 sekund til Adel Gyepes á 3. plássi. Tað er fyrstu ferð at Adel luttekur í súkklukapping. Sum bæði Maria og Anida íðkar Adel eisini triathlon, har tíðarsúkkling er ein av trimum greinum.

1. Maria Svabo Hansen 52.04,5
2. Anida Johannesen 58.43,4
3. Adel Gyepes 59.39.5

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder