Hondbóltur

Metnógvir áskoðarar til landsdystin móti Ukraina

8835 áskoðarar sóu spennandi dystin í Royal Arena.

Gott lag var í Royal Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Gott lag var í Royal Arena (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-30 07:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ongantíð fyrr hava so nógvir áskoðarar verið til ein landsdyst hjá Føroyum, sum tá manslandslið spældi ímóti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn tann 13. apríl.

Nágreiniliga talið var 8.835 áskoðarar.

Føroyar taptu við einum máli, 26-27, sum var mett at vera eitt gott úrslit ímóti einari nógv størri og stinnari hondbóltstjóð enn Føroyar. Stóri stuðulin var við til at skapa góða úrslitið, heldur Kjartan Johansen, ið var toppskjútti í dystinum.

– Góði hýrurin millum áskoðararnar ávirkar sjálvsagt okkum, segði Kjartan við heimsíðuna hjá Hondbóltssambandinum.

– Vit hava spælt í nógvum stórum hallum uttanlands, men hetta var fyrstu ferð, at vit spældu í eini arena, har øll heppaðu á okkum. Serliga vóru føroysku áskoðararnir óførir at rópa og syngja, og sjálvt um høllin var so stór, so hoyrdu vit tey væl, sigur 23 ára gamli strandingurin.

Kjartan Johansen iðrar seg framvegis um, at sannførandi avrikið hjá føroysku spælarunum ikki rakk til í minsta lagi eitt stig.

– Eg haldi, at vit í øllum førum høvdu uppiborið ein javnleik. Vit fingu tvær dømingar ímóti okkum síðstu løtuna, sum vóru okkum dýrar. Tað er kortini ikki nógv at gera vit tað nú, enn at brúka tað í næstu uppgávu, sum liggur fyri framman, sigur Kjartan Johansen.

Triðji og síðsti heimadystur hjá føroyska manslandsliðnum í hesi EM-undankappingini verður í Farum Arena hóskvøldið 13. juni. Hann er móti Montenegro, sum Føroyar fingu javnt ímóti á útivølli í oktober í fjør. Sunnudagin 16. juni skulu Føroyar royna seg móti donsku heimsmeistarunum í Gigantinum í Aalborg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder