Annað

Metstórur áhugi at sleppa við Team Rynkeby

Tá freistin var úti á midnátt høvdu 163 søkt um at sleppa við.

Tá føroyski hópurin var komin á mál í franska høuvðsstaðnum (Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

Tá føroyski hópurin var komin á mál í franska høuvðsstaðnum (Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2022-09-02 14:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani 2014 hava føroyingar undir navninum Team Rynkeby Føroyar súkklað í stóra innsavningar tiltakinum, sum snýr seg um at súkklað úr Danmark og til París á hvørjum árið.

Og tað tykist sum áhugin gerst alsamt størri at sleppa við. Team Rynkeby boðar frá, at tá freistin á midnátt var úti, høvdu 163 søkt um at sleppa við. 146 at súkkla og 17 á tænastuliðið.

Hetta er tað mesta nakrantíð og meira en tvífalt so nógv sum í fjør, tá 69 søktu um at sleppa við, sigur Team Rynkeby Føroyar.

Undanfarin ár hevur talið av súkklarum sum fara avstað ligið um 45-50 umframt 10 á tænastuliðinum. 

Øll sum hava søkt fáa svar 7-8. september um tey eru sloppin við ella ikki, sigur Team Rynkeby.

Í ár varð súkklað gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland. Tá ferðin endaði í París í Fraklandi 16. juli høvdu súkklararnir lagt umleið 1377 kilometrar afturum seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder