Fótbóltur

Metstórur áhugi fyri ungdómskapping

Heili 91 lið hava meldað til U8-kappingina á Hálsi um vikuskiftið. Størsta U8-kapping, sum áður hevur verið, taldi 78 lið. Áleið 550 børn í hesum aldursbólkinum skulu spæla hesaferð, uppplýsir HSF.

- Áhugin fyri at byrja at spæla hondbólt er stórur í løtuni. Størsta U8-kapping, sum áður hevur verið taldi 78 lið og var hetta fyri einum góðum ári síðani. Nú er talið vaksið upp í heili 91 og fara sostatt á leið 550 børn at spæla hondbólt í Høllini á Hálsi komandi leygardag (Mynd: hsf.fo)

- Áhugin fyri at byrja at spæla hondbólt er stórur í løtuni. Størsta U8-kapping, sum áður hevur verið taldi 78 lið og var hetta fyri einum góðum ári síðani. Nú er talið vaksið upp í heili 91 og fara sostatt á leið 550 børn at spæla hondbólt í Høllini á Hálsi komandi leygardag (Mynd: hsf.fo)

2024-02-06 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At tað framvegis er eitt slag av hondbóltsfepri í Føroyum, er tað helst eingin ivi um. Framgongd hevur verið seinastu árini, og tað rakk onkursvegna - fyribils - hæddunum í Berlin í síðsta mánaða. Manslandsliðið luttók og stóð seg framúr væl til EM-endaspælið, og umleið 5.000 føroyingar vóru á staðnum til fólkaveitslu í týska høvuðsstaðnum, meðan allarstørsti parturin av restini av Føroya fólki fylgdu við úr Føroyum við spenningini.

Stóri áhugin, umframt orkan sum verður løgd í ungdómsarbeiði kring landið, sæst aftur í tilmeldingini til stóra ungdómskapping.

Um vikuskiftið verður aftur U8-kapping í Høllini á Hálsi, sum Neistin og Kyndil skipa fyri. Heili 91 lið hava meldað til kappingina, og er hetta ein týðulig framgongd, skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í dag. Hetta er greitt met, og talan verður um yvir 500 børn:

- Áhugin fyri at byrja at spæla hondbólt er stórur í løtuni. Størsta U8-kapping, sum áður hevur verið taldi 78 lið og var hetta fyri einum góðum ári síðani. Nú er talið vaksið upp í heili 91 og fara sostatt á leið 550 børn at spæla hondbólt í Høllini á Hálsi komandi leygardag.

Hetta er fimta U8-kappingin í vetur. Tanna seinasta U8-kappingin leygardagin 10. mars í Badminton- og KÍ-Høllini í Klaksvík. Talið av íðkandi hondbóltsspælarum í Føroyum er alsamnt vaksandi, sambært Hondbóltssambandinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder