Kappróður

Mettluttøka til FM í inniróðri

194 einstaklingar og 15 lið skulu kappast við Streymin leygardagin. Byrjað verður klokkan 10.

Í 2021 vóru 124 rógvarar - nú táttar talið í 200. Aldurspennið fevnir sera breitt hesuferð, har tann yngsta gentan er 10 ár og tann eldsti maðurin er 59 ár (Mynd: innirodur.rsf.fo)

Í 2021 vóru 124 rógvarar - nú táttar talið í 200. Aldurspennið fevnir sera breitt hesuferð, har tann yngsta gentan er 10 ár og tann eldsti maðurin er 59 ár (Mynd: innirodur.rsf.fo)

2025-03-07 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM í inniróðri verður hildin í ítróttarhøllini við Streymin í morgin, leygardagin tann 8. mars 2025.

- Rógvimaskinan er ein sera sunnur háttur at íðka ítrótt á. Venjingin á rógvimaskinuni aktiverar 80 prosent av vøddunum í kroppinum, samstundis er tað ein sera mild ítróttargrein fyri beinagrindina og liðir. Tískil er rógvimaskinan sera væl egnað til bæði børn og aldrandi fólk.

Soleiðis skrivar innirodurrsf.fo. Har verður fegnast um, at tað, at so at siga øll kunnu rógva á maskinunum, sæst eisini aftur í tilmeldingunum til FM í inniróðri.

Tí talan er metluttøku til FM í inniróðri og væl og virðiliga tað. 194 einstaklingatilmeldingar eru, meðan 15 tilmeldingar til liðkappingina. Gamla metið er frá 2021, tá 124 rógvarar vóru. 

Øll startrøðin sæst her

Áhugin er sostatt stórur, og aldurspennið fevnir eisini sera breitt hesuferð: Tann yngsta gentan er 10 ár og tann eldsti maðurin er 59 ár, upplýsir heimasíða hjá inniróðri í Føroyum.

Stigið burdi eisini verið høgt. Hetta vísa fimm føroysk HM-heiðursmerki í februar:

- Til HM í inniróðri seinasta mánaða vístu fleiri av føroysku rógvarunum, at vit hava íðkarar ið eru í heimselituni tá tað kemur til inniróður. Samlað fingu vit 5 heiðursmerkir til HM í ávíkavist 500 m og 2000 m teinunum.

Kappingarnar byrja klokkan 10 og enda áleið klokkan 18. Róðrarssambandið vónar sjálvandi at síggja nógvar áskoðarar til kappingarnar. Umstøðurnar hjá áskoðarum og rógvarunum eru góðar í lutfalsliga nýggju ítróttarhøllini við Streymin, har stórar glasfasadur eru út ímóti brúnni við Streymin.

- Hetta gevur eitt serstakt huglag, tá ein sær rógvararnar geva alt framanfyri tí vakra landslagnum við brúnna.

Øll startrøðin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder