2023-03-02 18:02
Seinastu árini hava fleiri føroyskir fimleikarar av álvara gjørt um seg, og nú er greitt, at 13 ára gamla Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag, verður við á danska junior landsliðnum, sum fer til HM í Turkalandi.
Venjari hjá Miu er Camelia Mihaela Mindricel, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá amboðsliðnum í Havnar Fimleikafelag seinastu fýra árini.
HM fyri juniorar verður í Antalya í Turkalandi í døgunum 29. mars til 2. apríl 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald