Fótbóltur

Michal lagt HB á odda

Miðvallarin skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki í sólini í Gundadali, har HB hevði fleiri málmøguleikar, tá hann beint fyri stegðin beindi innlegg frá Daniel Johansen í málið.

Michal hevur nú trý evropeisk mál (Savnsmynd - Sverri Egholm)

Michal hevur nú trý evropeisk mál (Savnsmynd - Sverri Egholm)

2021-07-22 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB legði ógvuliga væl út og hótti næstan beinavegin málið hjá Buducnost, men einki spurdist burturúr. Meistararnir úr Montenegro mentust, sum hálvleikurin gekk, men higartil hevur Conference League-dysturin í sólini Gundadali verið merktur av nógvum feilalveringum.

Fáir stórir málmøguleikar hava verið, men beint sum yvirtíðin skuldi byrja legði Daniel Johansen eitt lúnskt innlegg inn úr vinstru. Bólturin endaði frammanfyri verjuketuni hjá útiliðnum, og Michal Przybylski hevði runnið væl inn úr høgru, og fekk snilt beint bóltin niður í longra málhorn til stóran fagnað millum tey allarflestu í Gundadali.

HB skal nú royna at í minsta lagi halda leiðsluni og helst byggja uppá.

UEFA Europa Conference League
2. umfar, fyrri dystur - Gundadalur 22.07.
HB - Buducnost Podgorica (1-0)
45' Michal Przybylski (Daniel Johansen) 1-0

HB (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, Heðin Hansen, René Shaki Joensen, Adrian Rúnason Justinussen - Mikkel Dahl, Pætur Petersen

Fylg við gongdini í 2. hálvleiki á forsíðu okkara. Eftir dystin hava vit ymiskt tilfar úr Gundadali

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder