- 24 ára gamli framrættaði póllendingurin og B36 hava í kvøld gjørt nýggjan sáttmála fyri 2023.
Hesum boðaði B36 frá í gjárkvøldið.
Undan síðsta kappingarárið skifti Michal Przybyski aftur til B36 eftir eitt ár í HB. Póllendingurin, ið tó hevur búð í Føroyum, síðani hann var tvey ár og bíðar eftir føroyskum passi, gjørdist toppskjútti hjá B36 við 12 málum.
Michal spældi í samanlagt 35 dystum og var við at fáa B36 í Evropa aftur. Í Evropa spældu Michal Przybyski og liðið seg víðari tvær ferðir.
Sambært Faroesoccer hevur 24-ára gamli miðvallarin 160 dystir í Betrideildini, 13 steypadystir og 19 evropeisku dystunum. Í teimum 19 evropeisku dystunum hevur hann skorað seks mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald