Tað var Michael móti Michael í PDC HM-finaluni, ið gjørdist spennandi, undirhaldandi og samanumtikið heilt góð-
Van Gerwen var favorittur og vann eisini fyrsta setti, men tað gjørdist skjótt greitt, at Smith var sinnaður at stríðast hart fyri at triðju ferð skuldi tað eydnast, og at mótstøðuleikarin ikki, eins og í 2019, skuldi koppa honum í finaluni. Millum annað í 2. setti tá van Gerwen legði út og var ein píl frá einum "nine-darter", ið er tað lægsta eitt leg kann lukkast við - ístaðin lukkaði Smith við tí fyrsta slíka í kappingini, og so kókaði í Ally Pally - sí niðanfyri.
Eftir seks sett var støðan 3-3, men so megnaði Michael van Gerwen ikki at fylgja við meira. Smith spældi meira støðugt enn tann 33-ára gamli niðurlendingurin, ið Smith kallar tann besta dartspælaran í heiminum.
Nú er tað Micheal Smith, ið fyribils kann kalla seg tað. Hann vann tey næstu trý settini, og var harvið bert eitt frá at tryggja sær heiti - van Gerwen vann sett nummar tíggju og var á odda í tí næstan, men so sló Michael Smith til aftur.
Spælararnir gjørdu samrøðu saman og vístu stóra virðing fyri hvørjum øðrum eftir dystin
Kenslurnar vóru týðiligar, eftir at stóra steypið - og tey 500.000 pundini - var tryggjað. Í løtunnum og samrøðuni aftaná vísti van Gerwen, ið annars fyrr hevur verið fyri atfinningum fyri tað mótsatta, ógvuliga góðan ítróttanda og staðfesti, at Smith væl og virðiliga hevði sigurin uppibornan.
Michael Smith hevði eitt miðaltal á 100.87 í finaluni. Í PDC HM-finalu nummar 30 gjørdist hann spælari nummar 11, ið hevur vunnið heiti.
2022-2023 PDC World Championship
Alexandra Palace, London - týsdagin 03.01
Michael Smith (Ong) - Michael van Gerwn (Nið) 7-4
Miðaltal (fyri 3 pílar): 100.87 - 99.58
180'arir: 22-15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald