Um vikuskiftið skipaði Sandoyar Seyðahundafelag fyri triðju kvalifikatiónskappingini til HM og EM komandi ár.
Kappinginin, sum var í Húsavík, varð tó nakað ávirkað av mjørka.
– Outrun er, tá ið hundurin verður sendur einar 300 metrar at heinta seyðin og tá má sýnið eisini verða 300 metur. Mjørkin argaði nógv til tíðir, og torført var at avgreiða kappingina. Avgjørt varð, at steðga kappingina leygardagin og taka hana upp aftur sunnudagin, fyri teir hundarnir sum ikki høvðu verið á bananum, og soleiðis bleiv ein væl skipa kapping avgreidd, hóast avbjóðingar, skrivar Seyðahundasamband Føroya.
Úrslitið, í triðju FM kappingini gjørdist hetta:
- 1. Midge og Anna Sofía Fjallheim
- 2. Moss og Tummas Jacobsen
- 3. Gripur og Jónstein Petersen
Moss hjá Tummas Jacobsen hevur verið framúr sterkur og liggur klárt á odda, hóast hann ikki longur hevur fult stigatal. Midge hjá Onnu Sofíu Fjallheim og Gripur hjá Jónstein Petersen hava styrkt sínar støður og eru nú jøvn á øðrum plássi, men enn er einki avgjørt.
FM-støðan eftir tríggjar kappingar sær soleiðis út:
- Tummas Jacobsen og Moss 20
- Jónstein Petersen og Gripur 12
- Anna Sofía Fjallheim og Midge 12
Tríggjir teir bestu hundarnir sleppa við til HM í Skotlandi. Fýra teir bestu sleppa til EM í Belgia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald