2019-01-03 07:35
Semir Hadzibulic verður ikki at síggja aftur í bláu troyggjuni hjá KÍ á hesum sinni.
Venjarin hjá KÍ, Mikkjal K. Thomassen sigur við Norðlýsið, at Semir er givin orsaka av persónligum viðurskiftum og ikki kemur aftur til Føroyar.
Sambært Faroesoccer.com spældi Samir Hadzibulic 30 dystir fyri KÍ farnar kappingarár. Hann skoraði 3 mál hesar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald