B36 hevur skrivað undir sáttmála við svenska Vilmer J. Rönnberg. Hann flytur í Gundadal úr Varbergs BoIS, sum spældi í bestu svensku deildini í fjør.
Hesum boðar B36 frá tíðliga í kvøld.
Í fjør spældi sterki sviin Isak Jönsson í miðverjuni - fyri tað mesta var tað saman við Sonna Ragnari Nattestad ella Magnusi Egilssyni. Liðformaðurin Andrias Eriksen byrjaði væl, men var plágaður av skaðum tað mesta av árinum.
Magnus og Andrias eru framvegis í felagnum, men Magnus verður helst mest á vinstra bakki. Í síðsta mánaða kom norðmaðurin Thomas Rømo Lilo til felagið, og nú er tað, sum helst verður hansara makkari, komin uppá pláss.
- Rönnberg verður 22 ár í næstum. Hann er kvikur og vinstrabeintur miðverji, sum er sterkur í nærdystum og góður við bóltinum.
Soleiðis lýsir B36 nýggja mannin, sum vaks upp í Hammarby. Har spældi hann nakað við næstbesta liðnum í stolta felagnum - hetta í triðbestu svensku deildini. Hann tók síðani stigið upp, og nú skal Vilmer J. Rönnberg spæla fyri B36. Har skal sviin millum annað royna seg í Evropa og - helst - eisini í eitt slag av oddastríði í Betrideildini.
Avtalan millum partarnir er galdandi fyri 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald