Fótbóltur

Miðverjan mannað við Heina Vatnsdal og Sonna Ragnar Nattestad

Landsliðsvenjarin hevur framt fýra broytingar á liðnum til seinna dystin móti Luksemborg.

Sonni Ragnar Nattestad (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sonni Ragnar Nattestad (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-14 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru ikki bara smávegis skaðar, troyttleiki og leikbann, ið gera um seg, nú landsliðsvenjarin skal seta liðið til útidystin móti Luksemborg. Venjarin má eisini taka hædd fyri próvtøkunum, sum eru á skránni í hesum døgum.

Jákup Biskopstø Andreasen og Odmar Færø eru ikki við á ferðini í Luksemborg. Odmar hevur leikbann, meðan Jákup, ið skoraði eitt framúr mál móti litavum, er upptikin við próvtøkum hesa vikuna.

Håkan Ericson hevur tí gjørt fýra broytingar á liðnum, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum í 2-1 sigrinum móti Litava farna leygardag.

Teir 11, ið byrja á Stade de Luxembourg, eru hesir: Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Meinhard Egilsson Olsen, og fremsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen.

Á bonkinum sita Kristian Joensen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Mads Boe Mikkelsen, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Daniel Johansen, Jóan Símun Edmundsson, Hannes Agnarsson, Ári Mohr Jónsson, Heðin Hansen og Patrik Johannesen.

UEFA Nations League dysturin millum Luksemborg og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 20:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder