Annað

Miðvingur heimsmeistari í backgammon

Fyri nøkrum árum síðani byrjaði Anna Sofía Jørgensen úr Miðvági at spæla backgammon fyri at venja heilan, eftir at hon hevði fingið staðfest epilepsi, og hósdagin gjørdist hon heimsmeistari í backgammon eftir at hava luttikið í heimsmeistarakappingini fyri pør saman við bretska Oliver Squire.

24 ára gamli eingilski stórmeistarin Oliver Squire og 28 ára gamla Anna Sofía Jørgensen úr Miðvági vunnu hósdagin heimsmeistarakappingina í backgammon fyri pør (Mynd: Bruno Mikael Eysturstein)

24 ára gamli eingilski stórmeistarin Oliver Squire og 28 ára gamla Anna Sofía Jørgensen úr Miðvági vunnu hósdagin heimsmeistarakappingina í backgammon fyri pør (Mynd: Bruno Mikael Eysturstein)

2024-08-17 12:38 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Hósdagin gjørdist føroyska Anna Sofía Jørgensen heimsmeistari í backgammon saman við bretska Oliver Squire, tá tey luttóku í heimsmeistarakappingini fyri pør á backgammonstevnu í Aachen í Týsklandi.

Hetta var fyrstu ferð, at skipað varð fyri slíkari kapping, og eru Anna Sofía Jørgensen og Oliver Squire sostatt fyrstu heimsmeistarar í backgammon fyri pør.

Anna Sofía byrjaði at spæla backgammon fyri at venja heilan uppaftur, eftir at hon hevði fingið epilepsi og hevði havt nógvar heilaskjálvtar og krampar.

Hon byrjaði at leita sær vitan um backgammon á netinum, og fekk eisini hjálp fra einum lærara, sum fekk hana inn í danska backgammonumhvørvið. Í september í fjør fór hon til sína fyrstu kapping.

Sambært Onnu Sofíu hevur tað at spæla backgammon hjálpt henni sera nógv.

– Tað hevur gingið nógv betur í skúlanum og við øllum sum heild síðan, sigur hon við Blaðið Vikuskifti.

Øll greinin kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder