Fótbóltur

Mikkel Dahl heldur fram í HB

30-ára gamli danski áleyparin hevur higartil skorað 59 mál í 81 dystum fyri HB og skal aftur í ár fáa mál og stig í hús fyri felagið.

Mikkel Dahl hevur skorað eina rúgvu av málum fyri HB - millum annað sum her í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið í fjør, tá hann skeyt bæði málini hjá liðnum. HB vann steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

Mikkel Dahl hevur skorað eina rúgvu av málum fyri HB - millum annað sum her í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið í fjør, tá hann skeyt bæði málini hjá liðnum. HB vann steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-18 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB skal framvegis hava fleiri sáttmálar afturat uppá pláss til 2023, og í gjárkvøldið var ein umráðandi undirskrift kunngjørd.

Mikkel Dahl kom til felagið á summri 2020 og var við at skjóta HB til FM við 14 málum í 13 Betrideildardystum. HB vann greipuna hetta árið, og í fjør skoraði Mikkel Dahl bæði málini fyri HB í seinnu hálvfinaluni móti 07 Vestur, ið teir reyð-svørtu vunnu 2-1. Sigursvanda felagið vann eisini finaluna um Løgmanssteypið.

Nú 30-ára gamli danin hevur harvið vunnið trý steyp fyri felagið úr norðara enda av Gundadali. Mikkel Dahl hevur spælt fyri HB í tvey og eitt hálvt ár - í 2021 setti Mikkel føroyskt met við 27 málum í 25 Betrideildardystum, og skoraði hann eisini móti Maccabi Haifa í Conference League.

Um hugt verður eftir tølunum á FaroeSoccer, so hevur áleyparin skorað 59 mál í 81 dystum fyri HB. Eftir eitt ár í Íslandi í 2022 vendi Mikkel Dahl aftur til Føroyar og HB í fjør, og skoraði hann í miðal í umleið øðrum hvørjum dysti. Í 2024 verður Dahl, ið eisini er arbeiðssamur og umráðandi í fyrsta trýstinum, aftur ein lykil.

[object Object]

Tølini hjá Mikkel Dahl í HB (Talva: FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder